Akranes er komið suður til Suðurafrika á ferðini úr Kina til Evropa. Á MarineTraffic-kortinum, sum varð tikið klokkan 10.25 í morgun, sæst skipið úti fyri eysturstrondini á Suðurafrika, suður úr Mosambik.
Sambært seinastu AIS-fráboðanini á kortinum sigldi Akranes 17,2 míl við kós 247 stig, suðurvestan. Fráboðanin var umleið hálvan tíma gomul, tá skíggjamyndin varð tikin.
Zeebrugge í Belgia er skrásett sum næsta havn, og fráboðað komudagurin er 10. desember.
Akranes var úti fyri eysturstrondini á Suðurafrika mánamorgunin og hevði kós vestur-suðurvestur. Skíggjamynd úr MarineTraffic
Skipanes framvegis í Hongkong
Smyril Line fekk Akranes handað frá skipasmiðjuni í Yantai í Kina 16. oktober. Skipið er annað av tveimum nýggjum ro-ro-farmaskipum hjá felagnum. Eitt brek á royndartúri í juni seinkaði Akranesi.
Systurskipið Skipanes verður sambært Kringvarpinum framvegis umvælt í Hongkong. Tað var farið av skipasmiðjuni við kós móti Føroyum, tá eldur kom í maskinrúmið 2. september. Bæði skipini skulu inn í verandi rutunet hjá Smyril Line.