- Hey øll børn! Vit hava funnið ein fittan jólamann á loftinum. Hann elskar at spæla krógva og blunda. Hvørja viku fram til jóla krógvar hann seg í Kvívík. Hjálpið okkum at finna hann.
Hetta er ein avbjóðing, sum tey í Kvívíkar kommunu hava lagt út á sína heimasíðu í dag.
- Farið út at leita eftir jólamanninum. Leggið væl til merkis, hvar hann hevur krógvað seg. Skrivið eitt bræv og fortelji, hvar tit hava sæð hann.
Í Kvívíkar kommunu siga tey, at brævið kann leggjast í postkassan á kommunuskrivstovuni.
- Vit draga lut millum øll børnini, sum hava lagt svar í postkassan, og tríggir vinnarar eru hvørja viku.
Og lagt verður aftrat:
- Hjálpið okkum at finna lítlu nissuna, sum hevur sníkt seg av loftinum og nú goymir seg onkustaðni í Kvívík!
Í Kvívíkar kommunu siga tey, at hetta er ein møguleiki, sum øll børn í Kvívíkar kommunu hava.