info
Ongi úrslit
Land Rover Defender (ovast) og BYD Ti7 (niðast)

BYD fær sølu­forboð í ES – Ti7 lík­ist Land Rov­er De­fender ov nógv

Ein rættur í Haag metir, at kinesiski SUV-bilurin líkist Land Rover Defender so nógv, at hann brýtur sniðrættindini hjá Jaguar Land Rover. BYD sigur, at felagið fer at kæra fyribils avgerðina

Eirikur Lindenskov
23. november 2026 kl. 12:29

Kinesiski bilframleiðarin BYD fær fyribils forboð móti at selja SUV-bilin Ti7 í ES. Tað avgjørdi rætturin í Haag fríggjadagin í einum máli, sum Jaguar Land Rover hevur reist. Forboðið fevnir eisini um at innflyta, framleiða og bjóða bilin til sølu í ES.

Rætturin legði dent á heildardámin av bilunum. Hann vísti millum annað á skapið á hjólbogunum, samanhangandi vindeygarøðina og eyðkenda panelið aftan fyri bakdyrnar. Sambært rættinum broyta munirnir, sum BYD vísti á, ov lítið við heildardámin til at skilja Ti7 frá skrásetta sniðinum hjá Land Rover Defender.

BYD fer at kæra

BYD sigur við Reuters, at Ti7 er úrslit av egnum sniðarbeiði, og at felagið fer at kæra avgerðina. Forboðið kemur í gildi eina viku eftir avgerðina og fevnir eisini um møguliga framleiðslu av Ti7 á nýggju verksmiðjuni hjá BYD í Ungarn.

BYD setti bilin við sjey setrum á kinesiska marknaðin í 2025 og hevur boðað frá, at kundar í Bretlandi kunnu fáa hann latnan frá januar 2027. Rætturin í Haag setti einki forboð fyri bretska marknaðin. Sambært rættinum hevur BYD í løtuni ongar ítøkiligar ætlanir um at seta Ti7 á ES-marknaðin.

Hvat merkir avgerðin fyri Føroyar?

Wenzel umboðar BYD í Føroyum og hevur fleiri bilar hjá kinesiska framleiðaranum á síni heimasíðu. Ti7 er ikki á listanum yvir nýggjar bilar. Føroyar eru uttan fyri ES, og forboðið hjá rættinum í Haag er avmarkað til ES-marknaðin. Um Wenzel hevur ætlanir um at taka Ti7 heim, er ógreitt.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

20. november kl. 00:20

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Íslendskir bóndir í øðini: Fáa lítið og einki fyri ullina

24 minuttir síðan
Lesarabrøv

Fehmarn-projektið mennist

39 minuttir síðan
Tíðindi

Týskir miðlar: Russland vil hava kjarnorkuvápn í rúmdini

1 tími síðan
Tíðindi

Akranes úti fyri Suðurafrika á veg til Belgia

1 tími síðan
Tíðindi

Ársins orð í tíggju ár

2 tímar síðan
Tíðindi

Smuglaði 43 kilo av ko­ka­ini við Norr­ønu – fekk níggju ára fongsul

2 tímar síðan
Tíðindi

Næmingar sendir heim í donskum skúlum eftir bumbuhóttanir

2 tímar síðan
Tíðindi

Hvat stóð í Sosialinum tann dagin, tú varð føddur?

2 tímar síðan
Tíðindi

Ársins orð í tíggju ár

3 tímar síðan
Tíðindi

Grønland vil hava út­lendsk­ar í­løg­ur – men grøn­lend­ing­ar skulu fáa ágóðan

3 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: Ukra­ina leyp á tvey russ­isk skip við Libya

3 tímar síðan
Tíðindi

MYNDIR: Ellivu deyð eftir russ­iskt dronu­álop á bú­stað­ir nær Kyiv

4 tímar síðan