Danska løgreglan heldur ikki, at nøkur orsøk er til stúran, hóast nógvir skúlar í Danmark hava fingið bumbuhóttanir í morgun.
Á Fjóni hevur løgreglan tó valt at senda løgreglufólk út á teir raktu skúlarnar.
Í tíðindaskrivi upplýsir danska løgreglan, at fleiri skúlar kring landið hava fingið bumbuhóttanir í morgun.
Løgreglan heitir á fólk um at taka tað róligt og leggur dent á, at í løtuni er eingin grund til stúran.
Tó vil løgreglan frætta beinanvegin, um onkur varnast illgrunasamar lutir ella fólk á skúlunum.
Sum eina fyribyrgjandi atgerð hevur løgreglan á Fjóni gjørt av at senda patruljur til raktu skúlarnar.
Sambært donsku løgregluni hava skúlar kring um stóran part av landinum fingið bumbuhóttanir.
– Mett verður í løtuni, at eingin grund er til at flyta fólk burtur ella seta serlig trygdartiltøk í verk, skrivar løgreglan í Norðurjútlandi í sambandi við bumbuhóttaninar.