Íslendski ullarframleiðarin Ístex ætlar ikki at rinda bóndum eina krónu fyri mislita ull komandi ár.
Samstundis fellur prísurin á øðrum ullarsløgum við heili 30 prosentum.
Hetta hevur fingið øði í íslendskar seyðabøndur, veit íslendska ríkisútvarpið, RÚV, at siga.
Ein troyggja í Íslandi kostar millum 1.360 til 1.635 krónur - ella einar 25.000-30.000 íslendskar krónur.
- Vit stríðast her allan dagin, og vit røkka kanska at royta fyri virðið av einari troyggju, sigur íslendski bóndin, Agnar Þór Magnússon, við RÚV.
Hann væntar at standa við umleið 300-350 kilo'um av mislittari ull, sum hann nú einki fær fyri, og hann ætlar sær ikki at lata Ístex ullina ókeypis.
Hjá Ístex vísa tey á, at útboðið av mislitari ull er alt ov stórt í mun til eftirspurningin, og at framleiðslan hevur givið hall.
Samstundis hevur sølan uttanlands svikið seinastu mánaðirnar.
Íslendsku bóndirnir standa tó ikki púra tómhentir, tí teir fáa framvegis almennan stuðul fyri hvørt kilo av ull, sum verður savnað inn.
Hetta er sambært RÚV ein lítil uggi fyri hart trýstu vinnuna, sum fæst við seyðahald í Íslandi.