info
Ongi úrslit

Ellisakfarið í Sosialinum: Bilurin hjá Slættanes er enn í familjuni

Jón Herluf Persson í Havn eigur ein Volvo PV 210 Duet frá 1966. Bilurin er í góðum standi og sær út sum hann altíð hevur gjørt

Magnus Gunnarsson
5. juli 2025 kl. 13:46

Hann er heilt originalur við somu nummarplátum, sum hann hevur havt frá byrjan: Fø 6.943. Tað eru nokk fleiri sum minn-ast, at bilurin fyri nøkrum árum síðan var við í reklam-uni um grønmetisleyparnar hjá Miklagarði.

Upprunaliga var tað Johannes Slættanes, ið keypti bilin nýggj-an frá Alfred Johannesen, sum var umboð fyri Volvo í Før-oy-um.

Johannes Slættanes hevði heilsøluna Føroya Tubbaksølu í Niels Finsensgøtu í Havn. Tá Johannes Slættanes gavst, tók son-ur-in Kári Slættanes yvir sum triðja ættarlið.

Fyrsti bilurin hjá Johannes Slættanes var ein Morris Min-or pick-up, síðan ein Volvo PV vøruvognur, sum í 1966 varð skift-ur út við hendan Volvo PV 210 Duet.

Kona Johannes Slættanes, Sanna, var ommusystir Jón Her-luf, so bilurin er framvegis í familjuni. Talan er um ein bil, sum er 59 ára gamal.

Í 1987 var bilurin settur inn til at gera í stand. Jón Herluf og vin-maðurin Gunnar Dølum fóru í holt við at restaurera bilin.

Stórt arbeiði varð lagt í at gera bilin so væl sum gjørligt. Bilurin var so gott sum sundurtikin, og væl var pussað, reins-að og sveisað, áðrenn bilurin bleiv lakkeraður. Bilurin stóð lið-ug-ur og nýlakkeraður í januar 1992. Tá var hann settur í stand bæði innan og uttan.

Jón Herluf er útbúgvin bilmekanikari og hevur altíð havt stóran áhuga fyri bilum, eisini gomlum bilum. Hann var eisini ein av fyrstu limunum í áhugafelagnum Føroya Ellis-akfør-, tá felagið varð stovnað í 1992.

Volvo PV var stóra nýggjheitin

Søgan um Volvo PV er í stuttum hendan: Tann 1. sep-tem-ber 1944 læt tann nýggja høllin, Royal Tennis Hall í Stok-holm, hurðarnar upp til eina framsýning, sum fekk stór-an týdning fyri framtíðina hjá Volvo.

Stóra nýggjheitin á framsýningini var Volvo PV444. Heilir 2.300 sølu-sáttmálar vórðu undirskrivaðir upp á nýggjar PV444, hóast tað tók nøkur ár, til bilarnir vóru klárir at fram-leiða í 1947. Tá kom rættilig gongd á søluna, og bilurin bleiv byrjanin til stóra útflutningin av Volvo bilum til USA.

Fyrsti Volvo, sum kom til Føroyar, var ein svartur PV544, sum Leif Mohr keypti. Tann annan Volvo keypti Christian Dahl-Rest-orff á Hotel Hafnia. Tað var ein myrkabláur PV544 stat-i-on-car við ljósari tekju og dekkum við hvítari síðu. Hann hevði 3 gear og pláss til 5 persónar.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

 

2.052 akfør í Føroyum í 1965

Hvussu nógv akfør vóru í Føroyum í 1966, tá dagsins ellisakfar kom á marknaðin, vita vit ikki heilt. Gomlu hagtølini hjá løgregluni, sum tá hevði skrásetingina av ak-før-um, fra sekstiárunum, er uppgjørd fyri fimta hvørt ár. Men árið fyri, í 1965 vóru til-sam-ans 2.052 akfør í Føroyum sambært hagtølunum. Av teimum vóru 572 vøru- og last-vognar, 563 mortorsúkklur, 521 persónbilar, 337 hýruvognar, 54 buss-ar, 3 sjúkra-vogn-ar og 2 brandvognar. Sum sæst so er størsti bólkurin vøru- og last-vogn-ar, og 1965 er fyrsta árið, at persónbilarnir yvirhála hýruvognarnar í tali. Í dag eru 27.729 persónbilar, 4.854 vøru-vogn-ar og 739 lastbilar. Tilsamans eru í dag (1. mars) 42.067 akfør í Føroyum.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

14 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Champions League: Liðini hjá Hákuni og Jóhan vunnu á útivølli

8 minuttir síðan
Fótbóltur

Martin og Áki vóru við til at vinna søguligan sigur hjá Mjällby

28 minuttir síðan
Tíðindi

Yvirlýsing frá friðarrørsluni: Raðfesti friðarmentan heldur enn krígsmentan,

48 minuttir síðan
Hondbóltur

Pauli og liðfelagarnir leiktu aftur javnt 29-29 í kvøld

1 tími síðan
Tíðindi

Filmisk styrki í Kringvarpinum

1 tími síðan
Hondbóltur

Elias gjørdi góðan mun hjá THW Kiel seinastu løtuna av dystinum

1 tími síðan
Tíðindi

Fimm starvsdagar á Býarbókasavninum í Havn

2 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: GOG vann greiðan sigur á Kristianstad (Champions League)

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýtt frá Rana: Vit hava gingið

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Tá pengar tryggja politiskt vald

3 tímar síðan
Tíðindi

Almennur fyrilestur: Málførleikar, integratión og avleiðingar av málroyndum

3 tímar síðan
Tíðindi

Aloma Davidsen in memoriam

4 tímar síðan