Jaliga gongdin í prísunum á uppsjóvarfiski, umframt øking í heildarkvotuni av svartkjafti gjørdi, at tað var gjørligt at økja um kvoturnar til føroysk skip í grønlendskum sjógvi.
Toskakvotan hækkar við 225 tonsum og svartkalvakvotan í Eysturgrønlandi hækkar við 75 tonsum. Aðrar kvotur til føroysk skip eru óbroyttar í mun til 2026.
Úrslitið av samráðingunum er sostatt, at føroysk skip í 2027 kunnu fiska tilsamans 2.575 tons av toski í grønlendskum sjógvi við 25 tonsum av kalva sum hjáveiðu, meðan brosmukvotan verður 175 tons. Føroysku kvoturnar av svartkalva í grønlendskum sjógvi verða 350 tons í Eysturgrønlandi og 100 tons í Vesturgrønlandi.
Grønlendsku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2027 verða 22.400 tons av svartkjafti og 3.300 tons av norðhavssild. Sostatt hækkar kvotan av svartkjafti við 2.000 tonsum í mun til 2026, meðan kvotan av norðhavssild lækkar við 1.600 tonsum. Grønland fær eisini atgongd til føroyskan sjógv at fiska grønlendsku svartkjaftakvotuna í altjóða sjógvi í NEAFC-økinum, sum í 2027 er 5.747 tons.
“Fiskiveiðiavtalan við Grønland hevur stóran týdning fyri føroysk skip, og eg gleðist um, at tað eydnaðist at økja um veiðimøguleikarnar hjá føroyskum skipum í grønlendskum sjógvi í 2027”, sigur Bárður av Steig Nielsen, landsstýrismaður.