Spurningarnir vóru settir í samband við, at munnligir fyrispurningar vóru á skrá í fólkatingssalinum.
Samstarvið við Danmark á heilsuøkinum er eitt av bestu dømunum um stórrakstrarfyrimunirnar í ríkisfelagsskapinum. Á hvørjum ári verða hundraðtals føroyingar sendir til Danmarkar fyri at fáa sjúkrahúsviðgerð. Anna Falkenberg vildi tí vita, um danska stjórnin er sinnað at styrkja samstarvið enn meira.
Anna Falkenberg spurdi eisini ítøkiliga um ætlanirnar hjá donsku stjórnini at seta í verk eina sokallaða „garanti fyri fertilitetsviðgerð“, so fleiri fáa atgongd til viðgerð. Sambært ætlanunum hjá donsku stjórnini verður markið fyri, hvussu nógvar fertilitetsviðgerðir ein kann fáa strikað, og aldursmarkið verður hækkað úr 40 árum upp í 45 ár. Anna Falkenberg vildi vita, um danska stjórnin er sinnað at víðka tilboðið, so føroyingar eisini fáa lut í tí.
Til báðar spurningarnar svaraði Mette Frederiksen, at hon og danska stjórnin eru jaliga sinnað, um eitt ynski um samstarv kemur úr Føroyum.
“Heilsuøkið er grundarsteinurin undir vælferðini, og eg eri sera glað fyri jaliga svarið frá Mette Frederiksen. Sostatt liggur bólturin nú hjá okkum, sum onkur segði herfyri. Eg vóni, at landsstýrið tekur Mette Frederiksen upp á orðið og fær tryggjað eitt sterkari samstarv á heilsuøkinum – serliga innan fertilitetsviðgerð,” sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.
At enda tók Anna Falkenberg eisini navnabroytingina hjá tí sum æt “Kriminalforsorgen” upp. Hon spurdi, um stovnurin, ið nú eitur „Danmarks Fængsler“, ikki átti at havt eitt føroyskt navn í Føroyum, eins og fongslið í Grønlandi, ið eitur Grønlands Fængsler. Forsætisráðfrúan visti ikki, at støðan var soleiðis í Føroyum, men segði seg vilja finna eina loysn og vísti til danska løgmálaráðharran.
Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur sett seg í samband við danska løgmálaráðharran um málið og vónar at fáa svar skjótt.
Sambandsflokkurin á Fólkatingi