Tap var í hendi hjá føroyska U19-kvinnulandsliðnum í fyrsta dystinum í EM-undankappingarbólki 4 í Ligu B.
Tá vanliga leiktíðin var farin var Litava á odda 2-1, men í 94. minutti bjargaði Sara Benjaminsen Føroyum eitt stig, tá hon javnaði til 2-2.
Litava legði seg á odda í 18. minutti. Kára Sigurðsson javnaði til 1-1 í fyrsta minuttinum í seinna hálvleiki. 15 minuttir seinni kom Litava á sigurskós aftur, men lukkutíð komu Føroyar upp á turt í yvirtíðini.
Føroyar høvdu bóltin meira og høvdu væl fleiri málmøguleikar enn Litava.
Í hinum dystinum í bólkinum vann Ukraina 2-0 á Andorra.
Fríggjadagin klokkan 15 hava Føroyar dyst móti Andorra á Tórsvølli. Sama fyrrapart klokkan 11 spæla Ukraina og Litava á Tórsvølli.