Gjaldstovan handaði í morgun Akseli V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, heildarætlanina Vitlíki_Føroya. Hon fevnir um árini 2027–2030 og leggur upp til, at almennir stovnar, kommunur og fyritøkur fáa hjálp til at taka vitlíki í nýtslu.
Fíggjaryvirlitið í ætlanini vísir tilsamans 51,15 milliónir krónur í føstum 2027-prísum. Av teimum eru 39,5 milliónir krónur í uppskoti til nýggja játtan, meðan 11,65 milliónir krónur eru settar undir aðra fígging. Í 2027 leggur ætlanin upp til eina nýggja játtan á fimm milliónir krónur.
Nýggj eind á Gjaldstovuni
Størsti einstaki posturin er vitlíkiseindin, sum sambært ætlanini skal skipast á Gjaldstovuni. Hon skal samskipa arbeiðið, geva ráð og hjálpa til við at fremja átøkini. Ætlanin leggur upp til tvey ársverk í 2027 og fimm frá 2028. Tilsamans eru 16,8 milliónir krónur settar av til eindina í fíggjaryvirlitinum.
Á Fróðskaparsetrinum skal ein vitlíkisskúli geva fleiri førleikar at brúka vitlíki og meta um úrslitini. Ætlanin setur hálva millión krónur av til at fáa skúlan í gongd í 2027. Síðani er ætlanin, at skúlin skal fíggjast við brúkaragjøldum.
Vitlíki skal duga betur føroyskt
Ætlanin leggur upp til at styrkja Máltøknidepilin og savna føroyskt máltilfar við greiðum treytum fyri, hvussu tað kann brúkast. Tilfarið skal bæði nýtast til at menna málamboð og til at kanna, hvussu væl tey virka á føroyskum. Fíggjaryvirlitið setur níggju milliónir krónur av til at styrkja føroyska máltøkni í teimum fýra árunum.
Í almennu fyrisitingini skulu royndarverkætlanir vísa, hvat vitlíki kann brúkast til í eitt nú vaktarætlanum og málsviðgerð. Gagn og kostnaður skulu mátast, áðrenn støða verður tikin til at breiða loysnirnar út. Ætlanin leggur eisini upp til felags leiðreglur um millum annað upplýsingavernd og eftirkanning og til at kanna, um tørvur er á at broyta lóggávuna. Vitlíki_Føroya