info
Ongi úrslit

Ellisakfarið í Sosial­i­num: Ford Gal­axie frá 1963 á Tvør­oyri

Á Tvøroyri er ein Ford Galaxie frá 1963. Tað eru brøð­ur­nir Eyðun og Gudfinn Jespersen saman við pápan­um Finn Jespersen, sum saman keyptu bilin í 2019

Magnus Gunnarsson
21. juni 2025 kl. 13:27

Bæði pápin og synirnir hava sera stóran áhuga fyri bilum og serliga ellisakførum. Teir eru knýt-t-ir at fyr-i-tøk-uni “Verkstaðið hjá Eyðun” í Froðba, har Eyðun er stjóri. Verkstaðurin varð setttur á stovn í 2010.

Tað var Gunnar Jacobsen í Vestmanna, sum upp-runa-liga innflutti bilin úr USA. Gunnar fór sera væl um bilin og var við til flaggdagskoyring og aðrar framsýningar av ellisakførum.

Bilurin hevði tá pláss í hølunum hjá Føroya Ellisakførum undir Gráasetini í Havn.

Í 2016 var bilurin lakkeraður av nýggjum við upprunalitinum, silvurbláur við hvítum taki.

Tað er helst onkur sum minnast, at danski klædnahandilsmaðurin Gunnar Stokholm í Havn átti ein slíkan stóran Ford Galaxie, sum var árgang 1962. Tann bilurin bleiv seinni seldur til Suðuroyar, tað var Jákup Elias Olsen í Hvalba, sum keypti hann.

Bilurin er stórur í allar mátar, langur og breiður og hev-ur stóran V8-motor við 223 hk. Hann ljóðar væl og brúk-ar nokk av bensini. Teir hava gjørt nógv fyri at bilurin skal vera so góður at koyra í sum gjørligt t.d. hava teir sett elek-troniska tendring í, sum gevur bilinum eina betri mot-or-gongd.

Ford Galaxie vóru framleiddir av Ford Motor Company í USA við ymiskum modellum frá 1959 til 1974.

1960-árini í Føroyum vóru merkt av stórum amerikanskum bilum sum t.d. Rambler Classic, Rambler Ambassador, Ford Failane, Ford Galaxie og Plymouth Fury. Hesir bilar vóru mest brúktir sum hýruvognar og koyrdu rutukoyring millum bygdir.

Tað sum eyðkennir hesar bilar er umframt støddina at teir eru sera behagiligir at koyra við. Designið er í góðum 60-ara stýli við nógvum cromelistum og cromekúfangarum.

Nógv ellisakfør eru í Suðuroy. Suðuroyar Ellisakfør er ein Facebook bólkur, sum Tóki Brattalíð í Vági stendur fyri. Har verður boðað frá, um skipað verður fyri koyring og framsýning av ellisakførum á t. d. jóansøku ella á flaggdegnum. Har plagar hesin stóri Ford Galaxie at vera við.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Einir 1500 bilar í Føroyum í 1963

Hvussu nógvir bilar vóru í Føroyum í 1963, tá dagsins ellisakfar kom á marknaðin, vita vit ikki heilt. Gomlu hagtølini hjá løgregluni, sum tá hevði skrásetingina av bilum, fra sekstiárunum, er uppgjørd fyri fimta hvørt ár. Í 1960 vóru 1.023 bilar tilsamans í Føroyum. Av teimum 111 persónbilar og 208 hýruvognar. Í 1965 var talið munandi vaksið, tí tá vóru tilsamans 2.052 bilar. Av teimum vóru 521 persónbilar og 337 hýruvognar. Nú høvdu persónbilarnir yvirhálað hýruvognarnar. Soleiðis kunnu vit bara gita, at talið av bilum í 1963 man liggja um 1.500 bilar.

49 ellisakfør í Suðuroy

Av teimum 520 bilunum í Føroyum, sum eru skrás-ettir sum ellisakfør, eru 49 heima-hoyr-andi í Suðuroy. Harumframt eru skrá-sett-ar 39 mot-or-súkkl-ur í Suðuroy, sum eru skrá-sett- sum ell-is-akfør. Til-sam-ans eru so-leið-is 88 ell-is-ak-før skrásett í Suðuroy, sum annars sambært hagtølunum hjá Akstovuni er tann oyggin í Føroyum, sum triðflest skrásett akfør, 3.489. Bara í Streymoy og á Borðoy eru fleiri akfør skrásett.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

13 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

15 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

B36 fekk fulla úrtøku móti AB

27 minuttir síðan
Lesarabrøv

Vit skulu hava meira frælsi, ikki minni

35 minuttir síðan
Tíðindi

Nærum 900 fleiri fólk – men vøkstur er ikki allastaðni

52 minuttir síðan
Tíðindi

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

1 tími síðan
Tíðindi

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

2 tímar síðan
Fótbóltur

Seks stig til KÍ og trý stig til HB

2 tímar síðan
Tíðindi

Landið hóttir við at taka 7 milli­ónir – bý­ráð­ið er kall­að saman

2 tímar síðan
Tíðindi

»Hjólvelting« – eitt afturvendandi súkklutiltak

3 tímar síðan
Tíðindi

Ábøtur á kirkjugarðin í Kvívík

3 tímar síðan
Tíðindi

Triðheitasti september í Evropa

3 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria var kosin at vera besti leikarin

4 tímar síðan
Tíðindi

Kallas fegnast um vápnahvíld men ivast í Russlandi

5 tímar síðan