Tróndur Mikkelsen, Leivur Mortensen og liðfelagarnir í HF Karlskrona spældu í kvøld dyst á útivølli í bestu svensku hondbóltsdeildini móti Skånela.
Dysturin í Vikingahallen í Märsta endaði við 33-30 sigri til Karlskrona, ið var á odda 17-15 í steðginum.
Hetta var annar sigurin á rað hjá HF Karlskrona, ið er nummar átta í deildini við seks stigum fyri seks dystir.
Tróndur skoraði tvey mál upp á tríggjar málroyndir, og hann legði eisini upp til tvey mál. Leivur skoraði eitt mál upp á tvær málroyndir.
Sunnudagin klokkan 15 hevur HF Karlskrona dyst á heimavølli móti Kristianstad. Sama dag klokkan 16 spæla Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í Skövde dyst á útivølli móti Lugi.