Í samband við seinastu útgávuna, Sýrublað, fer Guðrið Hansdóttir á konsertferð kring Ísland. Tí hevur hon endurinnspælt eitt lag á íslenskum.
Talan er um lagið Reyðir kjálkar, sum á íslenskum hevur fingið heitið Ljósmyndir. Lagið snýr seg um nakrar myndir, sum lýsa serligar støður, støð og kenslur út í føroysku nátturuni.
Um íslensku týðingina sigur Guðrið: "Eg havi altíð ynskt at útgivið tónleik á íslenskum. Føroyskt og íslenskt eru lík tungumál og tískil var upplagt at taka eitt lag av Sýrublað, endurinnspæla tað á íslenskum og geva tað út."
Beinir Bergsson eigur orð og Ólafur þórarinsson hevur týtt til íslenskt.
Útgivið 17. oktober 2026 av Plátufelagnum Tutl.