info
Ongi úrslit

Niels Juel Arge - Heim: Fagnaður til Føroyar

Home er ein tónleikaligur fagnaður til Føroyar av Niels Juel Arge. Hann viðurkennir eina djúpa kenslu av at hoyra til og kærleika til heimlandið gjøgnum livandi myndamál og persónlig sambond.

Dagfinn Olsen
22. oktober 2026 kl. 21:53

Tveir vóru møguleikarnir við gomlu tekstunum, løgunum og guitarakkordum, tá ið Niels Juel fyri nøkrum árum síðani ruddaði upp í gomlum pappírum: At koyra alt í skrell, ella at støva tað av og gera okkurt við tað.

Valið fall á seinna møguleikan, og fyribils úrslitið er nú tveir sangir, ið verða givnir út á Tutl Records. Uni Debess legði til rættis, framleiddi og spælir guitar, bass, trummur og onnur ljóðføri. Finnur Hansen leikar klaver og ljómborð. Jens Marni Hansen syngur kór. Lena Anderssen var inn yvir úttalu og Graham Stewart tekstir, skrivar Tutl í tíðindaskrivi.

Hetta er fyrstu ferð, at Niels Juel, sum ikki er nakar ársungi, árssnældan sló seksti herfyri, og gevir tónleik út. Men hann vaks upp í plátusavninum hjá Útvarpinum og hevur tí lurtað sera nógv eftir eldri tónleiki. Hetta hoyrist kanska. Hann lærdi nakrar akkordir á guitarinum sum ungur og spælir til húsbrúk.

Home er ein tónleikaligur fagnaður til Føroyar av Niels Juel Arge. Hann viðurkennir eina djúpa kenslu av at hoyra til og kærleika til heimlandið gjøgnum livandi myndamál og persónlig sambond.

Niels Juel er tenorur í Tórshavnar Kamarkóri og hevur seinastu árini gjørt nógv við vektlyfting og vunnið fleiri altjóða heiðursmerkir fyri masters. Eisini er svimjing á skránni og nógvir túrar ímillum oyggjarnar, m.a úr Stóru Dímun til Sandvíkar, sum víkingurin Sigmundur segðist svimja við frændum, tá Tróndur vildi drepa hann.

Lurta eftir Home

Útgivið 22. oktober 2026 av Plátufelagnum Tutl.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

Í gjár kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

10 tímar síðan

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

VIDEO: HF Karlskrona vann annan dystin á rað

5 minuttir síðan
Tíðindi

Smyril broytir ella avlýsir møguliga leygardagin

25 minuttir síðan
Hondbóltur

Myndir: Kyndil vann á KíF

57 minuttir síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: Kyndil vann tepran sigur á KÍF

1 tími síðan
Tíðindi

Fólkadansur – familjudansur í Vági: børn og vaksin dansa saman

1 tími síðan
Tíðindi

Stórhvalagildi á Kambsdali

1 tími síðan
Fótbóltur

Conference League: Mjällby tók ikki av málmøguleikunum

1 tími síðan
Tíðindi

Ph.d.-verja: Rógvi Olavson

2 tímar síðan
Hondbóltur

Óli og liðfelagarnir vunnu seg víðari í Champions League

2 tímar síðan
Hondbóltur

Hondbóltskvinnurnar megnaðu javnleik móti Eysturríki

2 tímar síðan
Tíðindi

Samstarvsmodell kann minka um oljunýtsluna hjá stórum orkunýtarum

2 tímar síðan
Tíðindi

Nú tørvast skaldaljóð

3 tímar síðan