info
Ongi úrslit

EM20: Finalan verður seinasti landsdysturin hjá Jesus Navas

Spania og Ongland spæla EM-finalu í kvøld klokkan 20

Heri Simonsen
14. juli 2024 kl. 14:50

Í kvøld klokkan 20 stendur tað stóra slagið í Berlin.

Tá byrjar EM-finalan millum Spania og Ongland á olympiska leikvøllinum í Berlin.

Hjá 38 ára gamla spanska verjuleikaranum, Jesus Navas verður talan um seinasta landsdystin fyri Spania.

Hesum boðaði Jesus Navas frá á tíðindafundi ígjár: - Eg fekk eina áheitan um at taka lut í tíðindafundinum, tí talan er um mín seinasta landsdyst fyri Spania. Segði Jesus Navas við tíðindafólkini.

Jesus Navas sum hevur spælt 56 landsdystir fyri Spania sigur við miðilin, The Athletic, at hann er takksamur fyri upplivingarnar hann hevur havt á spanska landsliðnum. Og hann er eisini takksamur fyri, at hann sum 38 ára gamal kann vera við til at spæla eina EM-finalu.

Jesus Navas fer at spæla við Sevilla fram til ársskiftið. Eftir tað fer hann at halda fram í felagnum í einum øðrum leikluti.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15. november kl. 17:38

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Lestrarstuðulin skal ikki gera arbeiði revsivert

9 minuttir síðan
Tíðindi

Zelenskyj royndi tað fyrst í filmi

1 tími síðan
Nøvn

Sanna áttati í dag

1 tími síðan
Lesarabrøv

Steffan Løkin: Viðmerking til innslag í Degi og Viku

1 tími síðan
Tíðindi

COP31 endaði uttan semju um høvuðsmálini

2 tímar síðan
Tíðindi

Bilførari tikin fyri rús­drekka­koyr­ing í mið­bý­num

2 tímar síðan
Tíðindi

Lág sól blendaði bilførara

4 tímar síðan
Tíðindi

Finland útilokar ikki hernaðarligari last á russiskum skipi

4 tímar síðan
Tíðindi

Eldurin á Skála byrjaði í einum turkirúmi

4 tímar síðan
Tíðindi

Kavi á fjallarygginum millum Slovakia og Pólland

5 tímar síðan
Tíðindi

Kríggið kemur nærri og nærri Finnlandi

6 tímar síðan
Fótbóltur

U19-kvinnurnar fara eftir at vinna EM-undankappingarbólkin

7 tímar síðan