info
Ongi úrslit

U19-kvinnurnar fara eftir at vinna EM-undankappingarbólkin

Í døgunum 24. til 30. novembur eru Føroyar vertir fyri EM-undankappingini hjá U19-landsliðnum við gentum

U19-genturnar saman við KÍ-kvinnunum - Mynd: www.FSF.fo
Heri Á. Simonsen
22. november 2026 kl. 06:15

FSF skrivar:

– Vit hava fyrireikað okkum væl, og gleða okkum til kappingina. Málið er at vinna bólkin, og at flyta upp aftur í deild A, tá undankappingarnar í vár eru á skránni.

Tað sigur Sigtór Petersen, venjari hjá U19-landsliðnum við gentum, sum í næstu viku og dagarnar fram skal spæla EM-undankapping í Føroyum. Hini londini í bólkinum eru Ukraina, Litava og Andorra.

– Umframt venjingar, hava vit eisini spælt nakrar dystir móti føroyskum liðum. Fyrr í vikuni møttu vit KÍ, sum er eitt gott lið og spælir við høgari leikferð – nakað, sum vit rokna við at mótstøðuliðini í undankappingini eisini fara at gera.

– Og málið er heilt greitt: Vit ætla okkum at vinna bólkin og flyta upp. Tað ræður eisini um at tora at seta sær høg mál, sigur Sigtór Petersen við heimasíðuna hjá FSF.

Dystarskráin:
24. nov. Ukraina – Andorra (11:00 / Tórsvøllur)
24. nov. Litava – Føroyar (15:00 / Tórsvøllur)
27. nov. Ukraina – Litava (11:00 / Tórsvøllur)
27. nov. Føroyar – Andorra (15:00 / Tórsvøllur)
30. nov. Føroyar – Ukraina (15:00 / Tórsvøllur)
30. nov. Andorra – Litava (15:00 / Svangaskarð)

Atgongumerki fáast í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo. Kostnaðurin er 50 krónur fyri vaksin, meðan tað er ókeypis atgongd fyri børn og ung (0-17 ár). Atgongumerki er galdandi fyri allar dystirnar í kappingini. Skrivar FSF.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15. november kl. 17:38

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Næstsíðstu dyst­ir hjá før­oy­inga­liðu­num í kapp­ingar­ári­num

26 minuttir síðan
Hondbóltur

SMS: VÍF vann á H71 í Hoyvíkshøllini

1 tími síðan
Tíðindi

Ætla at gera føroyskan ræðufilm fyri 15 milliónir krónur

2 tímar síðan
Tíðindi

NATO: Vit fara at verja hvønn einasta metur av Póllandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Ummæli: Faderhuset

3 tímar síðan
Tíðindi

Tí eru klementinurnar mislittar

3 tímar síðan
Tíðindi

Vánaligur seinni hálvleikur gjørdist dýrur hjá KA/Þór

3 tímar síðan
Fótbóltur

Mjällby leikti javnt og Västerås tapti

4 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Kyndil vann 27-22 móti StíF

4 tímar síðan
Tíðindi

Stórt telduálop legði íslendskar vevtænastur lamnar

4 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: H71 - KPR Ostrovia Ostrów

5 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Stjørnan vann á EB og Kyndil vann á StÍF

5 tímar síðan