Finska sjóverjan váttar, at tað var Ukraina, ið stóð aftan fyri eitt dronuálop á russiska farmaskipið, Sparta II í Finsku Víkini leygarmorgunin.
- Finski verjumálaráðharrin stúrir nú fyri, at kríggið fer at breiða seg, veit norska kringvarpið, NRK at siga.
Álopið hendi í altjóða sjógvi, tá skipið var á veg úr St. Pætursborg til russiska økið, Kaliningrad.
Eftir at tvær dronur raktu skipið, kom eldur í, og skipið rak inn í finskt sjóøki, har tað nú liggur fyri akkeri.
Finska marknavaktin boðaði seinnapartin leygardagin frá, at manningin var farin í bjargingarbátarnar og er bjargað av skipinum.
Arbeiðið at sløkkja eldin helt fram í nátt, og finskir myndugleikar hava hækkað tilbúgvingina til tess at fyribyrgja oljudálking.
Russiska farmaskipið - Sparta II - er rakt av altjóða revsitiltøkum.
Eitt felag undir russisku verjuni eigur skipið, og hildið hevur verið, at skipið siglir við vápnum fyri russiska herin.
Eftir álopið sigur finski verjumálaráðharrin, Antti Häkkänen, at vandin fyri, at kríggið breiðir seg til Finnlands, er øktur, veit NRK at siga.
