Kavin liggur sum eitt hvítt band eftir høvuðsrygginum í Tatra-fjøllunum á markinum millum Slovakia og Pólland. Nær tindunum síggjast smá vøtn í dølum, sum jøklar hava myndað.
Ein av Sentinel-2-fylgisveinunum hjá Copernicus tók myndina 27. oktober. Hon varð kunngjørd 22. november sum dagsins mynd hjá Copernicus.
Tatra-fjøllini eru hægsti parturin av Karpatunum. Fjallaøkið er um 785 ferkilometrar til víddar, og góðir tríggir fjórðingar liggja í Slovakia. Har er eisini hægsti tindurin, Gerlachovský štít, sum er 2.655 metrar yvir sjóvarmálanum.
Ein tjóðgarður er hvørjumegin markið. Í 1992 útnevndi UNESCO báðar tjóðgarðarnar til eitt felags lívfrøðiligt verndarøki. Myndir frá Sentinel-2 verða brúktar til at fylgja við kavalagi og skógi í fjallaøkjum og geva upplýsingar, sum kunnu brúkast í náttúruverndini.