info
Ongi úrslit
© Murad Sezer/Reuters
Samráðingarnar á COP31 hildu fram til sunnudagin. Londini komu ongantíð ásamt um høvuðsmálini.

COP31 endaði uttan semju um høvuðsmálini

Eftir meira enn 44 tímar av samráðingum út yvir ætlaðu fundartíðina endaði ST-veðurlagstoppfundurin uttan semju um mest týðandi partarnar av eini felags avtalu. ES vrakaði seinasta uppskotið, tí tað einki segði um at minka stigvíst um nýtsluna av fossilum brennievnum.

Eirikur Lindenskov
22. november 2026 kl. 11:49

ST-veðurlagstoppfundurin COP31 skuldi enda fríggjadagin, men samráðingarnar hildu fram til í dag. Tá fundurin endaði, vóru londini framvegis ósamd um mest týðandi partarnar av eini felags avtalu, skrivar Ritzau.

Turkaland og Avstralia, sum vóru vertir fyri toppfundinum, løgdu fleiri uppskot fram í royndini at finna eina semju. ES helt fast við, at ein avtala mátti viðurkenna leiklutin hjá fossilum brennievnum í veðurlagsbroytingunum og nevna, at nýtslan av teimum skuldi stigvíst takast av.

Írski veðurlagsráðharrin, Darragh O’Brien, boðaði á felagsfundinum vegna írska ES-formansskapin frá, at ES ikki kundi taka undir við seinasta uppskotinum.

– Vit fara ikki at góðtaka, at samráðingarnar flyta okkum aftur í tíð. Og vit fara ikki at góðtaka ein veðurlagstoppfund, sum grønvaskar fossil brennievni, segði hann sambært Ritzau.

Útsøgnin varð fagnað við lógvabrestum í salinum. Panama tók eisini orðið og boðaði frá, at landið ikki kundi taka undir við uppskotinum.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15. november kl. 17:38

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Bilførari tikin fyri rús­drekka­koyr­ing í mið­bý­num

16 minuttir síðan
Tíðindi

Lág sól blendaði bilførara

1 tími síðan
Tíðindi

Finland útilokar ikki hernaðarligari last á russiskum skipi

2 tímar síðan
Tíðindi

Eldurin á Skála byrjaði í einum turkirúmi

2 tímar síðan
Tíðindi

Kavi á fjallarygginum millum Slovakia og Pólland

3 tímar síðan
Tíðindi

Kríggið kemur nærri og nærri Finnlandi

4 tímar síðan
Fótbóltur

U19-kvinnurnar fara eftir at vinna EM-undankappingarbólkin

5 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Næstsíðstu dyst­ir hjá okkara leikarum í Svøríki

11 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: VÍF vann á H71 í Hoyvíkshøllini

12 tímar síðan
Tíðindi

Ætla at gera føroyskan ræðufilm fyri 15 milliónir krónur

13 tímar síðan
Tíðindi

NATO: Vit fara at verja hvønn einasta metur av Póllandi

14 tímar síðan
Tíðindi

Ummæli: Faderhuset

14 tímar síðan