info
Ongi úrslit

Finland útilokar ikki hernaðarligari last á russiskum skipi

– Vit hava spurt, hvat slag av farmi skipið hevur, men vit hava ikki fingið nakað svar, sum ger, at vit kunnu útiloka, at hernaðarútgerð er umborð

Vilmund Jacobsen
22. november 2026 kl. 09:23

Finska marknavaktin útilokar ikki, at russiska farmaskipið, sum stendur í ljósum loga í Finsku Víkini, hevur hernaðarútgerð umborð.

Tað skrivar Verdens Gang í morgun.

Farmaskipið Sparta II varð leygardagin rakt av tveimum dronum, og myndir vísa, at brúgvin á skipinum hevur fingið stóran skaða.

Finskir myndugleikar halda, at tað er Ukraina, sum stendur aftanfyri álopið.

Finska marknavaktin hevur verið í sambandi við russiskar myndugleikar fyri at fáa greiðu á, hvat er umborð á skipinum, men svarini hava ikki beint illgrunan burtur.

– Vit hava spurt, hvat slag av farmi skipið hevur, men vit hava ikki fingið nakað svar, sum ger, at vit kunnu útiloka, at hernaðarútgerð er umborð.

Tað sigur kommandørurin í finsku marknavaktini, Ilja Iljin, við finska kringvarpið, Yle.

Russiska ríkistíðindastovan Tass sigur hinvegin, at skipið er lastað við máling og lakki, men hetta er ikki váttað av óheftum keldum.

Verdens Gang veit at siga, at Sparta II er ikki eitt vanligt russiskt farmaskip.

- 121 metrar langa skipið verður rikið av einum felag, sum hevur tilknýti til russiska verjumálaráðið, og skipið hevur áður flutt vápn.

Eldurin umborð heldur fram í finskum sjógvi, men øll tey 16 fólkini, sum vóru umborð, eru bjargað umborð á eitt annað russiskt skip, veit Verdens Gang at siga.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15. november kl. 17:38

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Lág sól blendaði bilførara

18 minuttir síðan
Tíðindi

Eldurin á Skála byrjaði í einum turkirúmi

1 tími síðan
Tíðindi

Kavi á fjallarygginum millum Slovakia og Pólland

1 tími síðan
Tíðindi

Kríggið kemur nærri og nærri Finnlandi

2 tímar síðan
Fótbóltur

U19-kvinnurnar fara eftir at vinna EM-undankappingarbólkin

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Næstsíðstu dyst­ir hjá okkara leikarum í Svøríki

10 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: VÍF vann á H71 í Hoyvíkshøllini

11 tímar síðan
Tíðindi

Ætla at gera føroyskan ræðufilm fyri 15 milliónir krónur

12 tímar síðan
Tíðindi

NATO: Vit fara at verja hvønn einasta metur av Póllandi

12 tímar síðan
Tíðindi

Ummæli: Faderhuset

13 tímar síðan
Tíðindi

Tí eru klementinurnar mislittar

13 tímar síðan
Tíðindi

Vánaligur seinni hálvleikur gjørdist dýrur hjá KA/Þór

13 tímar síðan