info
Ongi úrslit

Fjølbroyttar tónar á Tvøroyri

info
Barbara Holm
30. apríl 2009 kl. 10:57
Náttarlívið í havnarlagnum á Tvøroyri hevur nógv at bjóða hetta vikuskiftið, tá ið fjølbroyttar tónar fara at róma frá fríggjakvøldinum til sunnumorgun. Fríggjakvøldið á Tvøroyri hevur nógv at bjóða, og bæði Segllofti og Pubbin skipa fyri tónleikaligum undirhaldi fyri suðuroyingum hetta kvøldið. Á Pubbini trína tónleikasnillingarnir úr Vági Neil og Hjalmar á pallin. Í nógv ár hava teir báðir verði ógvuliga vælumtóktur í Suðuroy, tó eru framførslur teirra minkaðar í talið seinnu árini. Segllofti er eisini opið hetta kvøldið, og á skránni er eitt forkunnugt Jazzkvøld, ið Suðuroyar Tónleikafelag og Norðurlandahúsið skipa fyri. Talan er um tveir jazz bólkar nevniliga Fagrir Fuglar v/Karsten Vogel og íslendska trioin ?K trio?. Fagrir Fuglar vóru settir á stovn í 1980, og teir sum mynda bólkin eru Heðin Ziska Davidsen, Jóhannes á Rógvi, Kristian Blak og Andreas Dalsgarð. K Trio er ein nýggj íslendsk Jazz trio, ið hevur vunnið sær stóra viðurkenning seinni árini, millum annað við at vinna norðurlendsku jazzkappingina YNJC (Young Nordic Jazz Comets). Tað er Tórshavnar Musikkskúli, ið hevur boðið bólkinum til Føroya, og er tað í samband við eina kapping, sum verður í Norðurlandahúsinum 3. mai. Leygarkvøldið verður Segllofti karmur um einari blanding av contry og rokk tónleiki, tá ið bólkurin 4ever vitjar í Havnarlagnum. Í bólkinum eru Rene Jespersen, Martin Sømark, Anfinn Nielsen pg Jógvan Toftum.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Føroyskir tón­leik­ar­ar fingu stórt rós í ís­lendsk­um miðlum

21 minuttir síðan
Fótbóltur

Hans Jørgensen verður málmansvenjari hjá HB

41 minuttir síðan
Tíðindi

Dmitrij Peskov: - Evropa verður ikki umboðað í Abu Dhabi

50 minuttir síðan
Tíðindi

Yvir 60 milli­ón­ir til at um­væla Albert Hall og Løgtingið

1 tími síðan
Tíðindi

Heystkvøldseta týskvøldið 10. november

1 tími síðan
Tíðindi

Løgtingið at­kvøð­­ur um at taka fost­ur­tøku­mál­ið úr nevnd

2 tímar síðan
Tíðindi

Tóku 13 sett av nummarplátum í nátt

3 tímar síðan
Tíðindi

Krøvini hjá Iran kunnu ikki góðtakast

3 tímar síðan
Tíðindi

Koyr bil, tá tú koyr­ir bil! Ann­ars fært tú klipp í koyri­kortið

3 tímar síðan
Tíðindi

Mistonkti eftir skotálop í Krakow er deyður

3 tímar síðan
Fótbóltur

Hanus fekk ikki ein sigur við sær til lands­liðs­steðgin

4 tímar síðan
Fótbóltur

Annað tapið á rað hjá AC Horsens

10 tímar síðan