Telja vit steypakappingina við, so hevur liðið hjá Adrian R. Justinussen, AC Horsens tapt tríggjar teir seinastu dystirnar.
Í dag tapti AC Horsens á útivølli 0-2 fyri verandi meistarunum, AGF, ið skoraði bæði málini í seinna hálvleiki.
AGF hevði væl fleiri málmøguleikar enn AC Horsens, og var talan um ein uppibornan sigur.
Adrian fekk 74 minuttir í beinini undan landsliðssteðginum.
AC Horsens er nummar sjey í deildini við 16 stigum. Teir hava eitt stig upp til OB, ið er á gylta sætta plássinum, ið gevur atgongd til ovara endaspælið aftaná lokið grundspæl.