- Fyribils hevur tað ikki verið serliga fruktargott, tí iransku krøvini kunnu ikki góðtakast. Í nøkrum førum eru krøvini órógvandi og láturlig.
Tað sigur amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, sambært tíðindastovuni NTB, sum norska kringvarpið NRK endurgevur.
Uttanríkisráðharrin sigur, at amerikanski forsetin, Donald Trump, roynir at loysa spurningarnar á diplomatiskan hátt, men tað er viðhvørt ikki møguligt, sum Marco Rubio tekur til.