Maðurin, sum er undir illgruna fyri at hava framt skotálopið í Krakow leygardagin, er deyður á sjúkrahúsi. Tað upplýsir pólska løgreglan á sosiala miðlinum X tíðliga í morgun.
– Vit kunnu upplýsa, at gerningsmaðurin aftan fyri sorgarleikin doyði á sjúkrahúsinum í morgun, skrivar løgreglan.
Seks fólk lótu lív í skotálopinum á Rynek Główny, sum er høvuðstorgið í gamla býarpartinum í Krakow. Nógv ferðafólk vitja á torginum.
Løgreglufólk skutu og handtóku hin 24 ára gamla mannin leygardagin, tá hann royndi at flýggja av staðnum. Hann varð síðani lagdur inn á sjúkrahús við sera álvarsligum skaða.
Pólska ákæruvaldið fór í gjár undir at kanna málið sum yvirgang.
– Kanningin fevnir um drápini á seks fólk við skotvápni og drápsroyndir móti nógvum øðrum, teirra millum løgreglufólkum. Gerðin verður mett sum yvirgangur, upplýsti ákæruvaldið.
Fýra av teimum dripnu vóru pólskir ríkisborgarar. Hini bæði vóru ein bretskur og ein eysturríkskur ríkisborgari.
Sambært myndugleikunum var maðurin einsamallur um álopið. Hann var í hernaðarlíknandi búna og var sambært pólska innanríkisráðharranum, Marcin Kierwiński, hugtikin av høgravíðgongdari hugsjón.
Eftir álopið vórðu trý onnur fólk funnin deyð í heimi hansara. Sambært løgregluni vóru hetta foreldur hansara og systir.
Kanningarfólk hava sagt við pólskar miðlar, at maðurin ikki var revsaður áður. Hann var tó limur í einum skjótifelag saman við pápa sínum.
Tveir dagar við landasorg eru lýstir í Póllandi eftir álopið.
Kelda: Ritzau