Tað gjørdist ein søguligur dagur hjá Signu Mrdalo av Glyvrum, tá hon týsdagin var uppi til sveinaroynd sum kosmetikari á yrkisskúlanum NEXT í Ishøj.
Hon fekk gullmedalju fyri avrikið og er sambært upplýsingum, sum in.fo hevur fingið, tann fyrsta á spa- og wellness-linjuni, ið fær henda heiður.
Útbúgvingin hevur verið á skúlanum í umleið 35 ár.
Signa er samstundis tann triðja, sum yvirhøvur hevur fingið gullmedalju á skúlanum, verður upplýst.
Við gullmedaljuni setti hon sostatt eitt serligt punktum fyri útbúgvingina sum kosmetikari.