Nógvir almennir bygningar eru komnir til árs, og nú skulu stórar upphæddir brúkast til umvælingar.
Sum virt hava skrivað, so skal Albert Hall á Argjum skal umvælast fyri 25 milliónir krónur.
Lesið eisini: Allar fasadurnar á Albert Hall skulu skiftast
Bygningurin er umleið 40 ára gamal, og landið keypti hann fyri 29 árum síðani. Í dag húsast millum annað Hagstovan, Landsbankin og Gjaldstovan har.
Millum arbeiðini, sum skulu gerast, er at skifta vindeyguni.
Landsstýrið hevur biðið Løgtingið um eina millión krónur í eykajáttan í ár til verkætlanina, sum eftir ætlan skal fremjast næsta ár.
Men Sirið Stenberg og Ruth Vang, sum eru í minniluta í fíggjarnevndini, mæla frá at játta peningin nú. Tær vilja, at verkætlanin verður viðgjørd saman við fíggjarlógini fyri 2027.
37,7 milliónir til Løgtingsbygningin
Albert Hall er ikki einasti almenni bygningurin, sum krevur stórar umvælingar.
Í desember í fjør samtykti Løgtingið at játta 34,2 milliónir krónur til at umvæla umsitingarbygningin hjá Løgtinginum á Tinghúsvegi.
Frammanundan vóru umleið 3,5 milliónir krónur brúktar í 2024 og 2025 til at taka glas niður, kanna bygningin og fyrireika umvælingina.
Samlaði kostnaðurin er sostatt mettur til umleið 37,7 milliónir krónur.
Talan er um gamla telefonbygningin, sum hýsir umsitingini hjá Løgtinginum, nevndarhølum og øðrum felags hentleikum.
Tá glasplátur brotnaðu á bygninginum í 2024, varð farið undir at kanna fasaduna.
Kanningarnar vístu, at neyðugt var við munandi størri umvælingum enn fyrst væntað.
Øll glasfasadan varð tikin niður, og bygningurin skal umvælast heilt inn á betong. Eisini skulu nógv vindeygu og hurðar skiftast.
Fleiri almennir bygningar krevja pengar
Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2027 eru eisini 25 milliónir krónur settar av til starvsfólkabygningin hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Harumframt hevur landsstýrið hækkað játtanina til vanligt viðlíkahald av bygningum landsins úr umleið 30 upp í 40 milliónir krónur í 2026.
Eisini hevur H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum havt stórar byggitekniskar trupulleikar, sum hava ført til tørv á umvælingum fyri fleiri tíggjutals milliónir krónur.
Talan er sostatt um munandi upphæddir, sum verða nýttar ella ætlaðar til at varðveita og umvæla bygningar hjá landinum.
Hvussu verður raðfest?
Nýggja ætlanin um Albert Hall kemur samstundis sum landsstýrið arbeiðir við at halda aftur í almennu útreiðslunum.
Tað reisir spurningin um, hvussu landið raðfestir umvælingar av sínum egnu bygningum, og hvussu stórur samlaði viðlíkahaldstørvurin er.
Landið hevur 214 bygningar, sum tilsamans fevna um góðar 247.000 fermetrar, sambært upplýsingum frá Gjaldstovuni.
Men eingin samlað uppgerð er í hesum upplýsingunum yvir, hvussu nógv tað fer at kosta at fáa allar bygningarnar í nøktandi stand.
Í dag skal Løgtingið atkvøða um eykajáttanirnar, har ein millión krónur til Albert Hall er partur av uppskotinum.
Verður játtanin samtykt, kann fyrireikingin av umvælingini halda fram.