info
Ongi úrslit

Løgtingið at­kvøð­­ur um at taka fost­ur­tøku­mál­ið úr nevnd

Løgtingið skal í dag taka støðu til, um uppskotið hjá Miðflokkinum um broytingar í fosturtøkulógini skal fáa framhaldandi viðgerð, hóast einki álit er komið úr Rættarnevndini. Tingfundurin byrjar klokkan 13.

Eirikur Lindenskov
9. november 2026 kl. 08:27

Hervør Pálsdóttir, sum sjálv er limur í Rættarnevndini, hevur biðið um at fáa málið aftur í tingsalin.

Verður tað samtykt, kann uppskotið fáa aðru viðgerð á sama fundi, sum er í dag klokkan 13.

Rættarnevndin hevur havt málið síðani fyrstu viðgerð 24. september. Nevndin fekk longda freist til 4. november at lata álit, men einki álit kom innan freistina.

Krav um ráðgeving og fimm daga bíðitíð

Steffan Klein Poulsen hevur lagt uppskotið fram vegna Miðflokkin. Við tí skal óheft ráðgeving og stuðulssamrøða gerast eitt krav í sambandi við fosturtøku.

Ráðgevingin skal millum annað fevna um møguleikarnar fyri stuðli til at fullføra viðgongutíðina, stuðli eftir føðing og burturættleiðing.

Í minsta lagi fimm dagar skulu ganga millum ráðgevingina og fosturtøkuna. Í hesum tíðarskeiðinum skal kvinnan fáa tilboð um ultraljóðskanning.

Broytingar eftir 12. viku

Uppskotið broytir eisini treytirnar fyri fosturtøku eftir 12. viku.

Sambært uppskotinum skal fosturtøka tá kunna fremjast uttan serstakt loyvi, um lív og heilsa hjá kvinnuni eru í vanda, og vandin er læknaliga grundaður. Heimildin, sum eisini fevnir um at forða fyri, at likamliga og sálarliga heilsan viknar munandi, verður strikað. Í øðrum førum skal samráðið taka støðu eftir treytunum í lógini.

Harumframt verður skotið upp at strika vanda fyri álvarsligari sálarligari sjúku hjá barninum sum sjálvstøðuga grundgeving fyri loyvi til fosturtøku eftir 12. viku. Ásetingin um álvarsliga likamliga sjúku verður varðveitt.

Gudfrøðingur í samráðið

Miðflokkurin vil eisini hava ein gudfrøðing í fosturtøkusamráðið í staðin fyri sálarfrøðingin.

Eisini skulu treytirnar herðast fyri, nær samráðið kann loyva fosturtøku hjá ógiftum kvinnum undir 18 ár uttan samtykki frá foreldramyndugleikanum. Sambært uppskotinum skulu tá heilt serligar umstøður tala fyri tí.

Heilsustýrið skal eftir uppskotinum savna, viðgera og almannakunngera hagtøl um fosturtøkur. Í viðmerkingunum verður lagt upp til, at kvinnur anonymt upplýsa orsøkina til, at tær søkja um fosturtøku.

Verða broytingarnar samtyktar, er ætlanin, at tær koma í gildi 1. januar 2027.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Heystkvøldseta týskvøldið 10. november

7 minuttir síðan
Tíðindi

Tóku 13 sett av nummarplátum í nátt

1 tími síðan
Tíðindi

Krøvini hjá Iran kunnu ikki góðtakast

1 tími síðan
Tíðindi

Koyr bil, tá tú koyr­ir bil! Ann­ars fært tú klipp í koyri­kortið

2 tímar síðan
Tíðindi

Mistonkti eftir skotálop í Krakow er deyður

2 tímar síðan
Fótbóltur

Hanus fekk ikki ein sigur við sær til lands­liðs­steðgin

2 tímar síðan
Fótbóltur

Annað tapið á rað hjá AC Horsens

9 tímar síðan
Tíðindi

Nvidia-stjór­in hevði ástar­sam­band við mis­tonkt­aan njósnara

10 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis vann Ungarn stórsigur á Kosovo í okkara bólki

10 tímar síðan
Tíðindi

Málaðu hvala­veiði­mót­mæli á Paul Watson-skipið

10 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri deyð og 120 særd í tokvanlukku í Egyptalandi

11 tímar síðan
Hondbóltur

Skanderborg hevur enn ikki fingið stig á heimavølli

11 tímar síðan