info
Ongi úrslit

Fleiri almenn bústaðarfeløg skulu loysa uppgávuna

Rógvi Nybo, valevni fyri Tjóðveldi
1. desember 2022 kl. 18:08

Bústaðir kann ikki standa einsamalt við byrðuni at veita almennar leigubústaðir í Føroyum.

Vit skulu tí lóggeva heimild til at stovna fleiri almannagagnlig bústaðarfeløg í Føroyum, um vit vilja tryggja øllum tak yvir høvdið til ein rímuligan kostnað.

Tørvurin á almennum leigubústøðum er stórur og rakar ein breiðan skara av fólki um alt landið.

Vit hava brúk fyri leigubústøðum til familjur og til einstaklingar. Vit hava brúk fyri fleiri lestrarbústøðum. Vit hava eisini brúk fyri fleiri eldrabústøðum.

Tí hava vit brúk fyri einari “Almannabústaðarlóg”, sum skapar karmar og møguleika til at stovna fleiri almenn bústaðarfeløg. Hetta kann veruliga seta ferð á byggingina av almennum bústøðum av øllum slag og um alt landið.

Karmarnir rundan um hetta eru væl kendir og royndir í londunum rundan um okkum, og tí er ikki neyðugt at uppfinna djúpa tallerkin av nýggjum.

Tá kunnu fleiri aktørar, landið, kommunur, sjálvsognarfeløg og privat, bjóða seg fram at byggja almannagagnligar bústaðir.

Okkara skylda er at tryggja karmarnar við lóg, soleiðis at almennu bústaðirnir eisini tæna endamálium: “At veita hóskandi bústaðir til øll, sum hava tørv á tí, til eina rímiliga húsaleigu, umframt at geva íbúgvunum ávirkan á teirra egnu bústaðarviðurskifti.”

Við at vit fáa fleiri almennar leigubústaðir, vilja vit eisini hyggja eftir at veita býlisstuðul, sum serliga kann stuðla lesandi, einstøkum og familjum við lágum inntøkum. Soleiðis kunnu vit tryggja eina rímiliga húsaleigu, sum ikki fer beint til privatar útleigarar.

Skulu vit gera nakað munagott, hava vit tørv á fleiri almannagagnligum bústaðarfeløgum í Føroyum, sum kunnu virka samstundis og saman loysa uppgávuna.

Bústaðir er eitt av hesum feløgum, og skal sjálvandi styrkjast til at lyfta uppgávuna.

Men Bústaðir kann ikki standa einsamalt við uppgávuni.

 

Rógvi Nybo

Tjóðveldi

 

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

Í gjár kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

Í gjár kl. 15:02

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Óli vann á Paula og Jákupi - Jóhan vann á Teis

12 minuttir síðan
Tíðindi

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

26 minuttir síðan
Tíðindi

MYNDIR: Birting í Gallarí Havnará

1 tími síðan
Lesarabrøv

Løgtingið hevur gloymt arbeiðsfólkið – nú er tíð at fáa tað aftur á ting!

1 tími síðan
Tíðindi

Zelenskyj: Tað gongur ov seint við Patriot-skipanum

1 tími síðan
Fótbóltur

Mjällby hevur ikki vunnið ein dyst síðani 15. august

2 tímar síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: Kyndil 2 koppaði EB - javnleikur millum VÍF og Neistan

2 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: KÍ vann 3 - 0 á Tórsvølli

2 tímar síðan
Fótbóltur

Fróði setti dám á sannførandi KÍ avrik

3 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Gullrómur í Runavík

3 tímar síðan
Tíðindi

Machado er aftur í Venesuela

3 tímar síðan
Fótbóltur

Leygardagin vera tvær finalur um at sleppa undan at flyta niður

3 tímar síðan