Liðið hjá Martini Agnarssyni og Áka D. Samuelsen, Mjällby hevur ikki vunnið ein dyst í Allsvenskuni síðani 15. august.
Í dag gjørdist talan um 0-2 tap á heimavølli fyri Hammarby, ið skoraði bæði málini í seinna hálvleiki.
Martin slapp á vøllin seinasta korterið av dystinum, meðan tað ikki vóru boð eftir Áka í dag.
Mjällby er fimtaftast í deildini við 23 stigum nú fimm leikumfør eru eftir. Teir hava fýra stig niður til Örgryte, ið er næstaftast í deildini við 19 stigum.
Komandi hóskvøld klokkan 18 spælir Mjällby móti júst Örgryte í Göteborg. Tapir Mjällby tann dystin eru teir bert eitt stig frammanfyri Örgryte. Tí má og skal Mjällby hava stig. Ein sigur til Mjällby kann økja væl um frástøðuna.