info
Ongi úrslit

Machado er aftur í Venesuela

- Eg eri her. Við tykkum, skrivar Nobel-friðarheiðurslønarvinnarin, María Corina Machado, á X í kvøld

Vilmund Jacobsen
25. oktober 2026 kl. 17:57

Andstøðuleiðarin og Nobel-friðarheiðurslønarvinnarin, María Corina Machado, er aftur í Venesuela eftir næstan eitt ár í útlegd.

Í kvøld er hon avmyndað í einari kirkju í statinum, Lara, í Venesuela, og á X skrivar hon: "Eg eri her. Við tykkum..."

- Venesuela! Eg eri glaður fyri at kunngera, at okkara leiðari, mín kæra María Corina, er aftur á venesuelskari jørð.

Soleiðis skrivar ein av hennara stuðlum, Edmundo González, á X.

Sagt verður, at friðarheiðursløn Nobels fekk heimin at gáa eftir, hvat tað var, sum gekk fyri seg í landinum.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at hann visti einki um, at María Corina Machado er aftur í Venesuela, og sambært Reuters sigur hann, at hon vónandi er trygg.

Machado krógvaði seg leingi í Venesuela fyri at umgangast at vera handtikin av stjórnini hjá Nicolás Maduro.

Tá hon í fjør tók ímóti friðarheiðursløn Nobels í Oslo, varð hon smuglað út úr landinum, men nú er hon so aftur.

Bara vikur eftir, at María Corina Machado fekk friðarheiðurslønina í januar í ár, gav hon heiðurslønina víðari til amerikanska forsetan.

Í januar í ár tóku amerikanskar deildir forsetan í Venesuela, Nicolás Maduros, sum er rættarsøktur í USA.

Eftir hetta gjørdist varaforseti landsins, Delcy Rodríguez, virkandi forseti eftir vælsignilsi frá amerikanska forsetanum.

María Corina Machado hevur síðan 2014 verið sentral í anstøðuni í Venesuela og hevur seinnu árini savnað andstøðuna.

Men, hon slapp ikki at stilla upp til forsetaval í Venesuela í 2024, tí stórnin sýtt henni fyri at stilla upp.

Tískil tók hon sær ístaðin av valstríðnum fyri diplomatin, Edmundo González.

Sagt verður, at González eftir øllum at døma vann forsetavalið yvir Maduro, men landsins valráð valdi ístaðin at útnevna Nicolás Maduro sum vinnara.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

22 tímar síðan

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

Í gjár kl. 15:02

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Faxe Kondi: Kyndil 2 koppaði EB - javnleikur millum VÍF og Neistan

28 minuttir síðan
Fótbóltur

Myndir: KÍ vann 3 - 0 á Tórsvølli

50 minuttir síðan
Fótbóltur

Fróði setti dám á sannførandi KÍ avrik

1 tími síðan
Fótbóltur

Myndir: Gullrómur í Runavík

1 tími síðan
Fótbóltur

Leygardagin vera tvær finalur um at sleppa undan at flyta niður

1 tími síðan
Fótbóltur

B68 er flutt niður

1 tími síðan
Fótbóltur

NSÍ er føroyameistari

2 tímar síðan
Tíðindi

Lula og Bolsonaro hava báðir greitt atkvøðu

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Hví gera sum Bartal, tá tú kann gera sum Búi?

2 tímar síðan
Tíðindi

Markleys Útbúgving verður í høllini Við Tjarnir

3 tímar síðan
Fótbóltur

Piteå vann á Vittsjö - eru nærri bjargingini nú

4 tímar síðan
Tíðindi

Strømsgodset snávaði í uppflytingarstríðnum

5 tímar síðan