Nú er KÍ fyrrverandi meistaralið. Í dag vann KÍ trivaligan 3—0 sigur á Tórsvølli ímóti B36. Harvið gjørdi KÍ sítt í royndini at varðveita spenningin til síðsta leikumfar. Tá ið dysturin var liðugur á Tórsvølli og úrslitið í Runavík var greitt, var staðfestingin, at KÍ undan síðsta umfari hevur 51 stig, og at tað við sigri á heimavølli ímóti Víkingi í síðsta umfari vera 54 stig á kontuni. Undan síðsta umfari hevur NSÍ 55 stig og er føroyameistari.
Í dag spældi KÍ uttan Páll A. Klettskarð og Árna Frederiksberg, sum var leikbannaður. Hetta var møguleikin hjá Fróða Benjaminsen at seta sín dám á liðuppstillingina og spælskipanina, og tað riggaði væl. René Shaki Joensen og Hallur Hansson vóru millum teir á beinkinum. Teir vórðu skiftir inn í seinna hálvleiki.
Deni Pavlovic og Jákup B. Andreasen vóru aftur í dag sentralir miðvallarar. Deni Pavlovic legð eftir 20 minuttir KÍ á odda við stútara eftir horna úr vinstru, sum Daniel Johansen tók sær av. Daniel tók sær av hornaspørkunum í báðum borðunum og fríspørkunum. Fróði Benjaminsen gav í dag greiðar ábendingar um, at hann roknar við Daniel Johansen, sum fyrr í ár sat nógv á beinkinum.
Nú Árni Frederiksberg var leikbannaður vóru tað altíð væl upplagdi Jóannes Kalsø Danielsen og Oussama Ali, sum vóru í høgru, og har riggaði framrættaði parturin betur, enn hann ofta hevur gjørt seinastu tíðina.
Hálvleiksstøðan var 1-0, og tað var eftir fínt uppspæl í høgru og flatt innlegg frá Jóannesi K. Danielsen, at Filip Brattbakk økti um munin til 2-0. Tá vóru 18 minuttir eftir, og tveir minuttir seinni var tað innskifti Erlend Hustad, sum staðfesti 3-0 sigurin.
Síðsta málið stóðst eftir stórt mistak í B36 verjuni. Fleiri tær seinastu ferðirnar hevur tað verið meiri pílur niður enn upp hjá B36, og í dag var tað bara í lítlum løtum, at spælið hjá B36 riggaði. Leygardagin verður møguleiki í grannauppgerðini ímóti HB at pynta eitt sindur um ikki serliga hugaligt kappingarár.
Leygardagin fær KÍ vitjan av Víkingi. Hjá Fróða Benjaminsen verður hetta enn ein møguleiki at geva ábendingar um, at tað er betri í væntu hjá klaksvíkingum, enn tað hevur verið fleiri ferðir á heimavølli í ár. Eitt nú er tað nú staðfest, at 1-0 heimatapini ímóti 07 Vestur, sum framvegis er í niðurflytingarvanda og B68, sum nú er flutt niður, kostaðu FM heitið.