Føroyingauppgerðir vóru á skránni í bestu donsku hondbóltsdeildini í dag.
Í Spar Nord Arena í Slagelse vunnu Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG 28-26 á liðnum hjá Paula Rasmussen og Jákupi Egholm, TMS Ringsted. Í steðginum var GOG á odda 17-11.
Pauli skoraði fýra mál upp á níggju málroyndir. Hann legði eisini upp til eitt mál og vann liðnum eitt brotskast. Óli skoraði eitt mál upp á fýra málroyndir. Óli legði upp til trý mál og vann liðnum eitt brotskast.
GOG er einsamalt oddalið við 21 stigum. Teir eru fýra stig frammanfyri verandi meistararnar, Aalborg. TMS Ringsted er næstaftast við trimum stigum.
Í FREJA Arena í Skanderborg vunnu Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus 31-27 á liðnum hjá Teis Horn Rasmussen, TTH Holstebro.
Jóhan skoraði fimm mál upp á sjey málroyndir. Teis skoraði eitt mál upp á tvær málroyndir.
Skanderborg Aarhus er nummar sjey í deildini við 14 stigum. TTH Holstebro er nummar 10 við sjey stigum.