info
Ongi úrslit

Leygardagin vera tvær finalur um at sleppa undan at flyta niður

Felags fyri bæði EB/Streym og Skála ÍF er, at tey í dag vóru partar av javnleiki, og leygardagin hittast tey við Margáir, og á Argjum hittast AB og 07 Vestur, sum í dag var vinnari í botnstríðnum

Jóannes Hansen
25. oktober 2026 kl. 17:43

Í dag endaði tað 1-1, tá ið Skála ÍF hevði vitjan av AB.

Í dag endaði tað við málleysum javnleiki, tá ið Víkingur hevði vitjan av EB/Streymi.

Víkingur hevur tryggjað sær rættin til luttøku í Europa næsta summar. Tað syrgdi Víkingur fyri við 2-0 finalusigri ímóti KÍ í kappingini um løgmanssteypið.

Málleysi javnleikurin í Sarpugerði ber við sær, at EB/Streymur hevur 27 stig.

At tað endaði 1-1 undir Mýruhjalla á Skála millum heimliðið og AB ber við sær, at bæði Skála ÍF og AB hava 25 stig. Hetta er sama úrtøka, sum 07 Vestur hevur.

Tað er greitt, at B68 er flutt niður í næstbestu deildina. Og nú er tað greitt, at hin niðurflytarin verður eitt av hesum fýra – EB/Streymur, Skála ÍF, AB ella 07 Vestur.

Í síðsta umfari hittast EB/Streymur og Skála ÍF við Margáir, og AB og 07 Vestur hittast inni í Vika á Argjum. Tað er møguleiki fyri, at málmunurin fer at gera av, hvat av hesum fýra liðunum fer at flyta niður. EB/Streymur hevur 27 stig og málmunin -12. Hini trý liðini hava 25 stig. Málmunurin hjá Skála ÍF er -13. Málmunurin hjá AB er -14, og málmunurin hjá 07 Vestur er -17.

Felags fyri øll tey fýra, sum leygardagin fara at stríðast fyri lívinum í bestu deildini, er, at tað er upp til tey sjálvi at gera av, um tey skulu bjarga lívinum í bestu deildini

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

22 tímar síðan

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

Í gjár kl. 15:02

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Myndir: KÍ vann 3 - 0 á Tórsvølli

13 minuttir síðan
Fótbóltur

Fróði setti dám á sannførandi KÍ avrik

23 minuttir síðan
Fótbóltur

Myndir: Gullrómur í Runavík

27 minuttir síðan
Tíðindi

Machado er aftur í Venesuela

34 minuttir síðan
Fótbóltur

B68 er flutt niður

1 tími síðan
Fótbóltur

NSÍ er føroyameistari

1 tími síðan
Tíðindi

Lula og Bolsonaro hava báðir greitt atkvøðu

1 tími síðan
Lesarabrøv

Hví gera sum Bartal, tá tú kann gera sum Búi?

2 tímar síðan
Tíðindi

Markleys Útbúgving verður í høllini Við Tjarnir

2 tímar síðan
Fótbóltur

Piteå vann á Vittsjö - eru nærri bjargingini nú

4 tímar síðan
Tíðindi

Strømsgodset snávaði í uppflytingarstríðnum

4 tímar síðan
Tíðindi

Ungdómurin í Vest­manna ger gamla hand­il­in hjá John til ræðslu­hús

5 tímar síðan