Tveir dystir eru leiktir í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini hjá monnum. Talan var um fyrsta umfarið í kappingini.
Í høllini við Streymin megnaði Kyndil 2 at vinna 31-29 á EB. Gomlu kyndilsleikararnir vóru á odda 17-12 í steðginum.
Silas Larsen var við sjey málum toppskjútti hjá EB. Góði gamli David Edvardsen var við 11 málum toppskjútti hjá Kyndli 2.
Í høllini í Vestmanna endaði tað við javnleiki 32-32 millum VÍF og Neistan. Í steðginum var eisini javnleikur, tá var støðan 20-20.
Við seks málum var Tróndur Johnson toppskjútti hjá VÍF. Toppskjútti hjá Neistanum við átta málum var Ári Arnason.
Fimta liðið í bólkinum er besta liðið hjá H71.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum:_
-
©