info
Ongi úrslit

Zelenskyj: Tað gongur ov seint við Patriot-skipanum

USA letur aftur Ukraina fregnarupplýsingar um russisk álop. Men tað gongur framvegis striltið at fáa fleiri Patriot-loftverjuskipanir til landið, sigur ukrainski forsetin.

Eirikur Lindenskov
25. oktober 2026 kl. 19:55

Tað eru framstig í arbeiðinum at fáa Patriot-loftverjuskipanir til Ukraina, men tað gongur sera seint.

Tað skrivar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, á X í kvøld. Har hevur hann deilt brot úr eini samrøðu við eina ukrainska sjónvarpsrás.

– Tað eru framstig viðvíkjandi Patriot-skipanum, men tað gongur sera seint. Seinri enn russisku rakettirnar flúgva, skrivar hann.

Fyrr í vikuni hitti Zelenskyj serligu amerikonsku sendimenninar Steve Witkoff og Jared Kushner í norska høvuðsstaðnum Oslo.

Sambært forsetanum vóru tríggjar avbjóðingar á skránni: trot á loftverju, avmarkingar á hernaðarligu Starlink-skipanini Starshield og avmarkingar á amerikonskum fregnarupplýsingum til Ukraina.

– Eg eri amerikanarunum og okkara toymi takksamur fyri, at tvær av hesum avbjóðingum – fregnarupplýsingar og Starlink/Starshield – eru loystar frá í dag at rokna, skrivar Zelenskyj.

Ukraina brúkar Starlink til samskifti og dronuvirksemi á hermótinum.

Fyrr í oktober boðaði Ukraina frá, at landið ikki fekk amerikanskar fregnarupplýsingar um russisk álop. Men sambært Reuters sigur Zelenskyj nú í samrøðuni, at Ukraina aftur fær upplýsingar um russisk álop við ballistiskum rakettum.

Sambært AFP sigur forsetin eisini, at ein fundur millum Ukraina, USA og Russland skal vera í november.

– Vit eru til reiðar at tosa. Snýr tað seg um landaøki, má tað viðgerast á leiðarastigi, sigur Zelenskyj.

Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24 tímar síðan

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

Í gjár kl. 15:02

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

10 minuttir síðan
Tíðindi

MYNDIR: Birting í Gallarí Havnará

52 minuttir síðan
Lesarabrøv

Løgtingið hevur gloymt arbeiðsfólkið – nú er tíð at fáa tað aftur á ting!

1 tími síðan
Fótbóltur

Mjällby hevur ikki vunnið ein dyst síðani 15. august

1 tími síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: Kyndil 2 koppaði EB - javnleikur millum VÍF og Neistan

2 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: KÍ vann 3 - 0 á Tórsvølli

2 tímar síðan
Fótbóltur

Fróði setti dám á sannførandi KÍ avrik

2 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Gullrómur í Runavík

2 tímar síðan
Tíðindi

Machado er aftur í Venesuela

3 tímar síðan
Fótbóltur

Leygardagin vera tvær finalur um at sleppa undan at flyta niður

3 tímar síðan
Fótbóltur

B68 er flutt niður

3 tímar síðan
Fótbóltur

NSÍ er føroyameistari

3 tímar síðan