- Fríggjadagin vórðu nýggju flótibrúgvarnar og aldubrótarin í bátahylinum á Oyrarbakka løgd út. Kjartan Madsen var og tók nakrar dronumyndir av arbeiðnum, áðrenn flótibrúgvarnar vórðu lagdar út, og í góðveðrinum fyrrapartin í mikudagin, tá brúgvarnar lógu úti.
Soleiðis verður sagt í Sunda kommunu.
Arbeiðið at útbyggja og dagføra bátahylin á Oyrarbakka verður gjørt stigvíst.
- Í 2025 varð arbeiðið at flyta pierin í bátahylinum á Oyrarbakka longur út góðkent av Umhvørvisstovuni, boðið út av Brim Arkitektum og framt av IZ Lastbilum. LBF hevði eftirlitið við arbeiðnum.
Lagt verður aftrat, at vfyrr í ár samtykti býráðið at keypa flótibrúgvar, sum eru framleiddar í Svøríki.
- Í sambandi við fyrireikandi arbeiðið hava Rókin og SJH Diving staðið fyri at tikið gomlu brúgvarnar, søkk og annað upp. Síðan hava Rókin, Streym Diving og arbeiðsfólk hjá kommununi lagt nýggj søkk, ketur og annað út.
Tað eru fyritøkurnar Rókin og Kruse Lie, sum hava staðið fyri fyrireikandi arbeiðnum uppi á landi.
- Í farnu viku vórðu nýggju bátabrúgvarnar og aldubrótari fraktað til Oyrarbakka av Faroe Ship, og seinasta fríggjadag vórðu nýggju flótibrúgvarnar lagdar út og festar. Um einar tvær vikur koma bátaarmarnir, sum skulu samlast og monterast á flótibrúgvarnar.
Í Sunda kommunu verður sagt, at síðan verður farið undir stigið við ljóssteyrum, streymveiting, ristum, asfaltering og øðrum.
- Tá verkætlanin er liðug, verður samlaða talið á bátaplássum í bátahylinum á Oyrarbakka út við tvífaldað, verður lagt aftrat.
