info
Ongi úrslit
© Filippo Monteforte/Ritzau Scanpix
Leo pávi veittrar til pílagrímar á Pæturstorginum hósdagin

Pávin hevur at­kvøtt á amerik­anska mið­skeiðs­valinum

Leo XIV, sum er fyrsti amerikanski pávin, hevur greitt brævatkvøðu undan valinum týsdagin.

Eirikur Lindenskov
30. oktober 2026 kl. 13:41

Leo pávi hevur atkvøtt á amerikanska miðskeiðsvalinum, sum verður týsdagin í næstu viku.

Tað boðar Vatikanið frá fríggjadagin, skrivar Ritzau.

Sambært tíðindaskrivstovuni hjá Vatikaninum hevur pávin sum amerikanskur ríkisborgari brúkt sín atkvøðurætt og greitt brævatkvøðu í Chicago.

Ikki verður upplýst, hvørjum hann hevur atkvøtt fyri.

71 ára gamli pávin varð føddur í Chicago og fekk navnið Robert Francis Prevost. Í mai 2025 gjørdist hann ovasti leiðari í katólsku kirkjuni og tók navnið Leo XIV.

Hann er fyrsti amerikanski pávin, men viðurskiftini við amerikansku stjórnina hjá Donald Trump hava ikki verið snikkaleys.

Undir amerikanska krígnum í Iran hevur pávin talað fyri friði. Hann hevur eisini talað ímóti hóttanini hjá Trump fyrr í ár um at oyðileggja iransku sivilisatiónina.

Trump hevur hinvegin á sosialum miðlum kallað pávan veikan, tá tað snýr seg um kriminalitet.

– Eg vil ikki hava ein páva, sum heldur, at tað er í lagi, at Iran hevur kjarnorkuvápn, hevur amerikanski forsetin eisini skrivað.

/ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

Í gjár kl. 07:44

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

24. oktober kl. 10:22

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Hetta gera línuskipini í løtuni

24 minuttir síðan
Lesarabrøv

Mentan og list geva okkum lívsinnihald

36 minuttir síðan
Tíðindi

Bráðnar: Ungu Føroyar bjóða til bókaframløgu

1 tími síðan
Lesarabrøv

Veiðigjald og rettidig omhu

1 tími síðan
Lesarabrøv

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

2 tímar síðan
Tíðindi

Heysthugni og livandi tónleikur í Havn

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Kósin er sett – men hvar eru mann­ing­in og skiparin?

2 tímar síðan
Tíðindi

15 ára gamal í starvs­venj­ing í Menta­mála­ráð­num

2 tímar síðan
Tíðindi

Skotska løgreglan kannar vitjan hjá Andrew og Epstein á Balmoral

2 tímar síðan
Tíðindi

Marjun Kálvalíð talar á minningarhaldi

3 tímar síðan
Tíðindi

Magni Christiansen konsert í Løkshøll sunnukvøldið

3 tímar síðan
Tíðindi

Stór afturgongd hjá Audi

3 tímar síðan