Møguleiki verður fyri at dansa fólkadans sunnudagin, 15. november 2026, kl. 15 -16 í auluni í Vágs skúla.
Tað er ikki neyðugt at duga ella at hava dansað fólkadans frammanundan, tí undirvíst verður í øllum dansunum, skrivar vagur.fo.
Sharon Weiss stendur fyri dansiundirvísing, og har verður livandi tónleikur. Kristian Blak, saman við øðrum tónleikarum, spælir.
Annars verður orkestrið eitt ”opið orkestur,” har aðrir tónleikarar á ymsum støði, sum hava hug at royna seg, sleppa at taka lut eftir førimuni. Nótahefti fæst á staðnum ella við at skriva til [email protected]
Fólkatónleikarafelagið skipar fyri tiltakinum.