Í kvøld løgdu mansliðini hjá Kyndli og KÍF fyri í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini.
Í høllini á Hálsi suður eydnaðist heimaliðnum, Kyndli at vinna ein tepran 31-30 sigur á KÍF. Í steðginum var støðan 17-16 til heimaliðið. Tá smáir 13 minuttir vóru eftir av dystinum var KÍF á odda 27-24. Men tá megnaði Kyndil at skjóta fimm mál uttan, at KÍF megnaði at svara aftur. Eftir at lagt seg á odda 29-27 var Kyndil á odda restina av dystinum. Onkra løtu minkaði munurin niður í eitt mál.
Tobias Thisen var við 12 málum toppskjútti hjá Kyndli. Við 10 málum var Victor K. Thomadsen toppskjútti hjá KÍF.
Hini trý liðini í bólki 2 eru StÍF, Team Klaksvík og H71 2.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum Kyndil og KÍF:
-
©