info
Ongi úrslit

Stórhvalagildi á Kambsdali

Høllin er í hesum døgum umskapað til ein havbotn við plantum, æti, djóralívi og øðrum, ið eyðkennir ringrásina í sjónum.

Dagfinn Olsen
22. oktober 2026 kl. 21:05

Fyrradagin vóru heili seks stórhvalagildi í skúlahøllini á Kambsdali. Høllin er í hesum døgum umskapað til ein havbotn við plantum, æti, djóralívi og øðrum, ið eyðkennir ringrásina í sjónum. Í fokus er ein stórhvalur og ein risastór laffikøka. Karmurin kring framførsluna er vísan um Stórhvalagildið, ið Oskar Hermannsen og Poul Arni Joensen gjørdu á sinni.

Í heyst er havið eitt evni, ið eyðkennir undirvísingina á skúlanum, og síðstu tvær vikurnar hevur serbreytin arbeitt við evninum út frá einum kreativum sjónarhorni.

Í samstarvi við aðrar breytir var í dag klárt til framførslurnar í hesi serstøku pallmynd. Laffikøkan, stórhvalur hugtóku saman við tara, korallum, hvalspýggjum, kalva, fiskatorvum og mongum øðrum. Ljós og ljóðkullissa skaptu serstaka huglagið, og ein tónleikabólkur og leiklistaflokkur framførdi sang og leik í hesi hugtakandi og heildarkendu pallmynd.

Í seks umførum hava flokkar, starvsfólk og onnur verið í 1000 ára føðingardegi í, sum Stórhvalagildið jú er, og tað einki at taka seg aftur í, at slíkar verkætlanir ríka um gerandisdagin á Kambsdali og seta fakligu læringina í eitt øðrvísi og ríkandi perspektiv.

Hetta skrivar kambsdalur.fo, og har eru eisini fleiri myndir at síggja.


Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

Í gjár kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

9 tímar síðan

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Myndir: Kyndil vann á KíF

8 minuttir síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: Kyndil vann tepran sigur á KÍF

11 minuttir síðan
Tíðindi

Fólkadansur – familjudansur í Vági: børn og vaksin dansa saman

26 minuttir síðan
Fótbóltur

Conference League: Mjällby tók ikki av málmøguleikunum

1 tími síðan
Tíðindi

Ph.d.-verja: Rógvi Olavson

1 tími síðan
Hondbóltur

Óli og liðfelagarnir vunnu seg víðari í Champions League

1 tími síðan
Hondbóltur

Hondbóltskvinnurnar megnaðu javnleik móti Eysturríki

1 tími síðan
Tíðindi

Samstarvsmodell kann minka um oljunýtsluna hjá stórum orkunýtarum

2 tímar síðan
Tíðindi

Nú tørvast skaldaljóð

2 tímar síðan
Tíðindi

Lerwick vísir áhuga fyri nýggju Íslandsrutuni

4 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: - Samrøðurnar millum USA og Russland broyttu einki

5 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan: Átaks­ráð­ið um­røtt net­trygdar­støðuna við PHP

5 tímar síðan