info
Ongi úrslit

Serfrøðingur: Vita vit um serligu skúlatilboðini virka?

Talið av børnum í serligum skúlatilboðum er vaksið við meira enn 50 prosentum eftir bara fimm árum. Men vit eiga ikki bara at spyrja, hví børnini gerast fleiri. Vit eiga eisini at kanna, um tey fáa røttu hjálpina, heldur Ingvald á Kamarinum, fyrrverandi leiðari á Fjordskolen í Danmark.

Eirikur Lindenskov
35 minuttir síðan

Talið av føroyskum fólkaskúlanæmingum í serligum skúlatilboðum er farið úr 229 í 2021 upp í umleið 344 í ár.

Samstundis eru bæði útreiðslur og starvsfólkatal vaksin munandi. Í serflokkunum eru nú umleið 102 ársverk móti 64 í 2021, og kostnaðurin hjá landinum er mettur til 57 milliónir krónur í ár. Harumframt eru 25,6 milliónir krónur játtaðar Skúlanum á Trøðni.

Men Ingvald á Kamarinum, sum hevur drúgvar royndir við børnum, ið ikki trívast í vanliga fólkaskúlanum, heldur, at tølini eiga at fáa okkum at seta ein grundleggjandi spurning:

– Hvørji børn hava tørv á serundirvísing, og hvørji hava í veruleikanum tørv á einum viðgerðartilboði?

Tað er ein avgerandi munur, heldur hann.

Serundirvísing snýr seg um at laga undirvísingina til næmingar, sum hava serligar fortreytir fyri at læra og mennast. Men hjá summum børnum eru trupulleikarnir so umfatandi sálarliga, sosialt, kensluliga ella atferðarliga, at undirvísing einsamøll ikki røkkur.

– Tá krevst ein samanhangandi pedagogisk, sálarfrøðilig og viðgerðarlig fatan av barninum, sigur Ingvald á Kamarinum .

 

Vita ikki, hvørji úrslitini eru

Og júst her heldur hann, at ein annar spurningur trokar seg á:

– Virka hesi tilboðini?

Tað er ein spurningur, sum myndugleikarnir í løtuni ikki kunnu svara greitt upp á.

Í skrivliga svarinum til Fíu Selmu Nielsen, løgtingskvinnu, upplýsir Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, at ongar serligar kanningar eru gjørdar av úrslitunum av sertilboðunum. Tí ber ikki til at staðfesta, hvørja beinleiðis ávirkan tær hækkaðu útreiðslurnar hava havt.

Undirvísingarstýrið metir tó, at tilboðini hava havt týdning fyri fleiri børn, millum annað børn í mistrivnaði og børn við álvarsligari ella drúgvari skúlafráveru. Í fleiri førum hava sertilboðini givið næmingunum tryggar karmar, tá vanligi skúlin ikki hevur megnað at veita eitt nøktandi tilboð.

Men fyri Ingvald á Kamarinum er ein meting ikki nóg mikið.

Hann heldur, at úrslitini eiga at verða máld nógv meira skipað.

– Vit eiga at vita, um børnini mennast fakliga, sosialt og persónliga. Um fráveran minkar. Um trivnaðurin batnar. Um tey fáa færri samanbrot og minni tørv á akuttari hjálp. Og um fleiri teirra seinni kunnu fara aftur í vanligari skúlatilboð, undir útbúgving ella víðari til eitt sjálvstøðugari lív.

 

Ein loysn – ella bara ein størri skipan?

Hetta verður uppaftur meira viðkomandi, tá hugt verður at gongdini seinastu árini.

Í 2021 vóru 175 næmingar í serflokkum og 54 í Skúlanum á Trøðni. Nú eru ávikavist umleið 275 og 69. Tað merkir, at samlaða talið er vaksið úr 229 upp í 344 – ella góð 50 prosent – eftir fimm árum.

Ingvald á Kamarinum ávarar ímóti bara at tulka hesa gongdina sum prógv um, at tørvurin á serundirvísing er vaksin samsvarandi.

– Um vit leggja børn við ymiskum tørvi saman undir heitinum »serundirvísing«, fáa vit bæði eina skeiva mynd av gongdini og ein vanda fyri, at børn fáa eitt tilboð, sum ikki svarar til teirra veruliga tørv.

Og verða úrslitini ikki kannað, kunnu vit heldur ikki vita, hvat samfelagið fær burtur úr teimum vaksandi útreiðslunum.

– Um vit ikki kanna hetta, vita vit í veruleikanum ikki, um tann stóri vøksturin í serligum tilboðum er ein loysn – ella bara ein støðugt størri skipan.

Tí heldur hann, at spurningurin eigur at vera størri enn, hvussu nógv børn ganga í sertilboðum og hvat tey kosta.

– Hvat hava børnini veruliga tørv á? Fáa tey røttu hjálpina? Og kunnu vit prógva, at hjálpin ger mun? Tað skylda vit bæði børnunum, familjunum og samfelagnum, sigur Ingvald á Kamarinum.

 

Fakta um Ingvald á Kamarinum og Fjordskolen:

Ingvald á Kamarinum byrjaði á Fjordskolen í Danmark í 2001. Hann eigur enn skúlan og er bæði leiðari og stjóri. Hann er eisini serfrøðingur í arbeiði við børnum við autismu og ADHD.

Fjordskolen er eitt skúlatilboð fyri børn, sum hava trupulleikar við at trívast í vanliga fólkaskúlanum.

Í samrøðu við Sosialin í 2021 segði Ingvald á Kamarinum, at skúlin hevði um 55 næmingar og 37 starvsfólk.

Umleið 70 prosent av børnunum høvdu autismu, meðan onnur millum annað høvdu ADHD.

Skúlin arbeiddi tvørfakligt við lærarum, námsfrøðingum, sálarfrøðingi, sjúkrarøktarfrøðingi og terapeutum.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Tingfundur 10.09.26

19 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

20 tímar síðan

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

7 tímar síðan

Sløkkiliðsfólk heiðrað

3 tímar síðan

B68 hevur sett nýggjan venjara

17 tímar síðan

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

1 tími síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Eykajáttan til Skúlan á Trøðni alt fyri eitt

8 minuttir síðan
Tíðindi

Systir Harald kong av Noreg deyð – gjørdist 94 ár

1 tími síðan
Tíðindi

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

1 tími síðan
Tíðindi

Jacob Vestergaard: Vert at kanna møguleikarnar fyri rúmdarvinnu í Føroyum

1 tími síðan
Tíðindi

Mars, Rúmdin  og Spaceport Nordoyggjar

2 tímar síðan
Tíðindi

Ólavur Olsen nýggjur leiðari í Tórshavnar Musikkskúla

2 tímar síðan
Tíðindi

RTS skal gera brimverjuna til vinnuøkið við Rætt á Toftum

2 tímar síðan
Tíðindi

Vatntrupulleikar á Eiði: Borgarar fáa vatn í fløskum

2 tímar síðan
Tíðindi

Steingja Niels Finsens gøtu í eitt samdøgur vegna Slaktið

3 tímar síðan
Tíðindi

Vestergaard: Kósin er sett – Suðuroyggin skal hava fast samband

3 tímar síðan
Tíðindi

Dagsins mynd: Gosið í Anak Krakatau sæst úr rúmdini

3 tímar síðan
Tíðindi

Sløkkiliðsfólk heiðrað

3 tímar síðan