Tíðindaskriv frá Tjóðveldi:
Øll børn hava rætt til nøktandi skúlatilboð. Børn við serligum avbjóðingum hava allan rætt og krav uppá at vera javnsett við aðrar skúlanæmingar. Tí leggur Tjóðveldi uppskot fram um, at Løgtingið játtar 800.000 kr nú, so skúlin kann hava nøktandi játtan í hesum árinum.
Fyri komandi fíggjarár má játtanin verða framskrivað 2,4 mió kr til fult virksemi, so skúlin hevur nøktandi fígging fyri at bjóða eitt nøktandi undirvísingartilboð.
Vit kunnu ikki sum samfelag góðtaka, at børn við serligum avbjóðingum eru verri stillað enn onnur børn.
Vit hava bíðað eftir at samgongan fór at handla alt fyri eitt
Sirið Stenberg setti landsstýrismanninum ein munnligan fyrispurning á Løgtingi 27 august 2026. Hon spurdi landsstýrismannin, um skúlin á Trøði hevði játtan at veita øllum næmingum nøktandi skúlatilboð, og um nei hvussu nógv restar í.
Tá upplýsti landsstýrismaðurin, at skúlanum tørvaði 4 størv, svarandi til 2,4 milliónir árliga afturat fyri at veita skúlabørnunum nøktandi skúlatilboð. Hann staðfesti at øll børn fáa skúlatilboð, men ikki nøktandi tilboð.
Tað eiga vit ikki at góðtaka
Sirið Stenberg gjørdi landsstýrismanninum greitt, at um hann ikki kom við einari eykajáttan, so kom hon frá Tjóðveldi.
Vit hava ikki stundir at bíða, og vit eiga als ikki at góðataka at okkara einasti serskúli, ikki kann veita børnunum nøktandi skúlatilboð.
Tí legði Tjóðveldi uppskot um eykajáttan fram á løgtingsfundinum í gjár. Eykajáttanin kemur til 1 viðgerð týsdagin. Vit mæla til eina skjóta viðgerð í nevnd, og at fáa málið avgreitt av einum einmældum Løgtingi alt fyri eitt.
Skúlin skal á komandi íløguætlan fyri fíggjarárið 2027
Vit eru vitandi um, at skúlanum eisini tørvar íløgupening bæði til hølir, útgerð, spælimøguleikar o.a. Tí fara vit eisini at fylgja upp uppá hendan partin í samband við fíggjarlógina. Vit meta at rættast er at fara undir fyrireikingar til ein nýggjan og tíðarhóskandi skúla á Trøðni. Meðan fyrireikingartíðin er, er tó neyðugt at bøta um verandi skúla. Børnini og starvsfólkini sum eru har nú kunnu ikki bíða eftir nýggjum skúla.