Tíðindaskriv:
Búgvi luttók í bólkinum M5 (menn 50-55 ár) í vetktbólkinum -81 kg., og tað gekk so mikið væl, at hann vann gull, so ”Tú alfagra land mítt” rungaði í stóur judohøllini.
Petur Sigurð luttók í bólkinum M3 (menn 40-45 ár) í vektbólkinum -100 kg. Eisini hann kom í finaluna, men har gjørdist hann ov stuttur móti einum Georgia, sum plagar at vinna sínar kappingar, og harvið endaði Petur Sigurð á einum 2. plássi við silvurmedaljuni.
Jógvan Páll Kristiansen luttók í sínari kapping í bólkinum í vektbólkinum -73. Hetta var eisini ein sterk kapping, har tað eydnaðist Jógvani Páll at vinna bronsumerkið.
Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við góðu úrslitunum.
Næsta altjóða kapping hjá veteranum er HM, sum verður í Las Vegas um ein mánað, har Búgvi Poulsen (M5 – 81 kg.), Jógvan Páll Kristiansen (M2 -73 kg.) og Jóhannes við Streym Hansen (M2 -73 kg.) fara at luttaka.