Á skránni er millum annað upplegg frá formanni floksins, Bárði á Steig Nielsen, og kjak um politisku støðuna. Sambært flokkinum er endamálið eisini at styrkja sambandið millum sambandsfólk kring landið.
Dyrnar lata upp klokkan 8.30, tá morgunmatur verður at fáa. Sjálvur fundurin byrjar klokkan 9 og heldur fram til klokkan 12, tá døgurði verður borðreiddur.