Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, er ikki serliga hugtikin av, at finski forsetin, Alexander Stubb og norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, hava tosað við russiska forsetan, Vladimir Putin.
- Eg eri ógvuliga ivingarsom um norska og finska eginátakið, sum hon kallar tað, og hon leggur aftrat, at hetta er ikki samskipað við okkum onnur, sigur hon við danska Tv2.
Mette Frederiksen sigur, at hon sær eingi tekin til, at Russland ynskir frið við Evropa, hvørki tá tað ræður um hybridkrígg, sum gongur fyri seg hvønn dag - ei heldur, tá ræður um Ukraina, har Russland dagliga fremur hørð álop og tekur mannalív.
- Eg haldi, at vit eiga at standa saman í Evropa heldur enn at ganga hvør sær, leggur danski forsætisráðharrin aftrat í samrøðu við Tv2.