info
Ongi úrslit
Norðurlendsku stjórnarleiðararnir á Norðurlandaráðsfundi í morgun.

Løgmaður: Vit vilja hava snild­fon­ir­nar úr skúlu­num

Norður­lendsk­ir stjórn­ar­leið­ar­ar vilja verja børn móti tøkni­risum. Í dag løgdu átta norðurlendskir stjórnarleiðarar fram eina yvirlýsing, har teir standa saman um at verja børn og ung betur í talgilda heiminum.

Eirikur Lindenskov
27. oktober 2026 kl. 11:32

Sum vit skrivaðu her á in.fo í gjár, so leggja stjórnarleiðarararnir í øllum átta Norðurlondum í dag fram eina yvirlýsing, har tey í felag standa saman um at verja børn og ung í talgilda heiminum.

Lesið eisini: Átta leiðar­ar í Norð­ur­lond­um: Bjóða tøkni­risunum av

Í tíðindaskrivi frá Løgmansskrivstovuni í morgun sigur Beinir Johannesen, løgmaður, soleiðis:

– Í Føroyum eru vit byrjað at seta átøk í verk og arbeiða við at seta aldursmark á sosialar miðlar umframt at fáa snildfonir úr skúlunum. Men tað er sjálvandi enn sterkari, tá øll Norðurlond nú standa saman. Eg havi gott álit á ungdóminum í Føroyum, men tað er uppgávan hjá okkum øllum – bæði politikarum, foreldrum og myndugleikum – at skapa bestu fortreytirnar hjá teimum at trívast.

Í yvirlýsingini verður ávarað um, at snildfonir, sosialir miðlar og vitlíki kunnu hava álvarsligar avleiðingar fyri trivnað, sálarheilsu, læring og menning hjá børnum og ungum. Stjórnarleiðararnir vilja tí herða reglurnar fyri snildfonir, tøknirisar og sosialar miðlar.

Millum átøkini eru aldursmørk á sosialum miðlum, færri snildfonir í skúlum og tiltøk móti vanaskapandi algoritmum og sniðgeving.

Boðskapurin í yvirlýsingini er í stuttum: Barnaárini hoyra børnunum til, ikki tøknirisunum.

Les Marienborg-yvirlýsingina í síni heild her.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

European Cup: H71 skal til Póllands

35 minuttir síðan
Tíðindi

Barnaárini hoyra børnu­num til – ikki tøkni­risunum

36 minuttir síðan
Tíðindi

Hvussu dansar norðlýsið?

1 tími síðan
Tíðindi

Mette Frederiksen er ivingarsom um samrøður við Putin

1 tími síðan
Tíðindi

Heilsuhjálparafelagið hóttir við verkfalli

2 tímar síðan
Tíðindi

Fara at reinsa UV-anlegg

2 tímar síðan
Tíðindi

Sambandsflokkurin heldur heystfund leygardagin

2 tímar síðan
Tíðindi

Bankarnir høvdu 286 mió. kr. í yvirskotið fyrra hálvár 2026

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjar reglur um gjald til bøndur seinka vindmyllum – kunnu bíða til 2028

3 tímar síðan
Tíðindi

Norðborg tíggju milliónir dýrari – klár í fyrsta lagi í desember

4 tímar síðan
Tíðindi

Framvegis long bíðitíð á flogvøllinum

5 tímar síðan
Tíðindi

Stórt forlag bannar vitlíki

6 tímar síðan