info
Ongi úrslit

Atlantic Airways keypir tvey nýggj flogfør

Føroyska flogfelagið Atlantic Airways hevur undirskrivað sáttmála við evropeisku flogverksmiðjuna Airbus um keyp av tveimum nýggjum Airbus A320neo flogførum, sum eftir ætlan skulu verða klár í 2032.

Eirikur Lindenskov
27. oktober 2026 kl. 13:50

Avtalan, sum varð undirskrivað á verksmiðjuni hjá Airbus í Toulouse í Fraklandi í farnu viku, fevnir eisini um møguleikan at bíleggja tvey flogfør afturat teimum báðum, sum verða latin Atlantic Airways í 2032. Sambært sáttmálanum við Airbus, verður keypsprísurin ikki almannakunngjørdur.

Atlantic Airways eigur í løtuni eitt flogfar av slagnum Airbus A320 ceo, og felagið leasar sostatt hini trý flogførini í flotanum, harav tað eina er ceo, og hini bæði A320neo.

Samanborið við ceo eru neo-flogførini meira umhvørvisvinarlig. Tey brenna minst 20% minni, og eisini er óljóðið frá flogførunum upp til 50% minni.

- Okkara mál er at hava ein flota við bert neo-flogførum, og hendan avtalan er eitt stórt stig á teirri leiðini, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður, sum var við til at undirskriva keypssáttmálan í Toulouse.

Í 2028 og 29 fær Atlantic Airways tvey nýggj neo-flogfør, og við avtaluni, sum varð undirskrivað í farnu viku, fer Atlantic Airways eftir ætlan bert at hava neo-flogfør í 2032.

- Keypið skal vera við til tryggja eina leypandi endurnýggjan av flotanum og geva felagnum ein effektivan rakstur. Tað er ongin loyna, at vit eru í áhaldandi kapping við stór flogfeløg uttan úr heimi. Skulu vit framhaldandi vera kappingarfør, er alneyðugt at gera slíkar íløgur, so vit hava neyðugu fortreytirnar fyri at klára okkum á marknaðinum og altíð vera fyrsta valið, tá ið tað snýr seg um at flúgva til Føroya, sigur Niels Mortensen.

Avtalan hevur við sær, at føroyska flogfelagið nú hevur fýra nýggj neo-flogfør ávegis. Flogførini eru samstundis partur av eini langtíðaríløguætlan á meiri enn tvær mia. kr. komandi árini.

- Umframt at vit so líðandi fáa nýggj flogfør, eru vit eisini noydd at síggja í eyguni, at tyrlurnar skjótt eisini treingja til at verða skiftar út. Vit eru í løtuni í samráðingum við landið um ein nýggjan tyrlusáttmála, og har eru nýggjar tyrlur eisini ein avgerandi partur av roknistykkinum, vísir Niels Mortensen á.

Í fyrstu syftu eru hesi bæði nýggju flogførini saman við teimum báðum, ið koma í 28 og 29, við til at langtíðartryggja Atlantic Airways sum eitt sterkt og kappingarført flogfelag.

- Fyri okkum sum búgva og virka í Føroyum, er Atlantic Airways ein týðandi partur av kritiska infrakervinum, og tí er tað av alstórum týdningi, at felagið hevur ta tøkni og útgerð, ið skal til fyri varðveita eina støðuga og fjølbroytta loftbrúgv, umframt framhaldandi at kunna vera ein álítandi partur av tilbúgvingini í Føroyum, sigur Niels Mortensen at enda.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Soleiðis verður dagurin hildin á Tvøroyri

1 tími síðan
Tíðindi

Støre er ósamdur við Mette

2 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 skal til Póllands

2 tímar síðan
Tíðindi

Barnaárini hoyra børnu­num til – ikki tøkni­risunum

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður: Vit vilja hava snild­fon­ir­nar úr skúlu­num

3 tímar síðan
Tíðindi

Hvussu dansar norðlýsið?

3 tímar síðan
Tíðindi

Mette Frederiksen er ivingarsom um samrøður við Putin

4 tímar síðan
Tíðindi

Heilsuhjálparafelagið hóttir við verkfalli

4 tímar síðan
Tíðindi

Fara at reinsa UV-anlegg

4 tímar síðan
Tíðindi

Sambandsflokkurin heldur heystfund leygardagin

4 tímar síðan
Tíðindi

Bankarnir høvdu 286 mió. kr. í yvirskotið fyrra hálvár 2026

5 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjar reglur um gjald til bøndur seinka vindmyllum – kunnu bíða til 2028

5 tímar síðan