info
Ongi úrslit

Barnaárini hoyra børnu­num til – ikki tøkni­risunum

Norðurlendsku stjórnarleiðararnir vilja hava aldursmørk á sosialar miðlar, privatar snildeindir úr skúlunum og strangari reglur móti vanaskapandi algoritmum. Tað stendur í felags Marienborg-manifestinum.

Eirikur Lindenskov
27. oktober 2026 kl. 11:59

– Vinningur kann ikki raðfestast fram um trivnað og vælferð hjá børnum okkara.

Soleiðis siga norðurlendsku stjórnarleiðararnir í Marienborg-manifestinum, har teir ávara um avleiðingarnar, sum snildfonir, sosialir miðlar og vitlíki kunnu hava fyri børn og ung.

Leiðararnir lýsa støðuna sum eina risastóra samfelagsliga roynd, har veruligur vandi er fyri at gera børnum og ungum varandi skaða.

– Vit eru í vanda fyri, fyri fyrstu ferð í søguni, at ala upp eitt ættarlið, sum hevur verri førleika at hugsavna seg, læra og trívast, siga teir.

Vilja herða reglurnar

Við manifestinum binda stjórnarleiðararnir seg til at virka bæði hvør sær og í felag fyri at verja børn í talgilda heiminum.

Teir vilja halda fram við arbeiðinum at seta aldursmørk á sosialar miðlar, fáa privatar snildeindir úr skúlunum og mótvirka vanaskapandi algoritmum og sniðgeving á sosialum miðlum. Eisini skulu møguleikarnir fyri at seta tøknirisunum uppaftur strangari reglur kannast.

Samstundis vilja teir styrkja talgildu førleikarnar hjá børnum, foreldrum og fakfólki.

Vinir verða skiftir út við kjattbottar

Vitlíki fær eisini rúm í manifestinum. Leiðararnir ávara um, at tøknin er vorðin partur av lívinum hjá børnum alt ov tíðliga.

– Vinir verða skiftir út við kjattbottar, siga teir og vísa á, at hetta reisir spurningar um sosialu menningina hjá børnum, kritiska hugsan og førleikan at gera sjálvstøðugar metingar.

Teir leggja dent á, at innliving, dirvi og førleikin at hugsavna seg verða ment gjøgnum spæl og samveru við onnur.

Stjórnarleiðararnir vísa eisini til versnandi trivnað og PISA-úrslit, sum vísa, at børn og ung standa seg verri í lesing, støddfrøði og náttúruvísindum enn áður.

Talgildi heimurin skal tæna børnunum

Endamálið er sambært leiðarunum ikki at steðga tøkniligu menningini. Men teir halda, at ov leingi hevur verið hugt bláoygt at jaligu árinunum, serliga tá ið um børn ræður.

– Vit mugu tryggja, at talgildi heimurin tænir áhugamálunum hjá børnum okkara, og ikki øvut.

Manifestið endar við hesum boðskapinum:

– Barnaárini hoyra børnum okkara til. Ikki tøknirisunum.

Les Marienborg-manifestið í síni heild niðanfyri.

Marienborg-manifestið

Vit, norðurlendsku leiðararnir, eru samd: Snildfonir, sosialir miðlar og vitlíki hava broytt heimin, sum børn og ung okkara vaksa upp í.

Vit vita, at trivnaður teirra, sálarheilsa, kognitiv læring og menning longu eru í álvarsligum vanda, og vit kenna enn ikki fulla vavið av avleiðingunum.

Vit eru mitt í einari risastórari samfelagsligari roynd – drivnari av skjótari tøkniligari menning – har veruligur vandi er fyri varandi at skaða tað dýrabarasta í samfelagi okkara: børn og ung okkara.

Vit vilja hava eina grundleggjandi broyting í, hvussu talgildir pallar verða sniðgivnir. Atgongdin er ofta ov tíðlig, ov víðfevnd og í ov lítlan mun lagað eftir sunnum vøkstri og læring hjá børnum. Vinningur kann ikki raðfestast fram um trivnað og vælferð hjá børnum okkara.

Vit eru í vanda fyri, fyri fyrstu ferð í søguni, at ala upp eitt ættarlið, sum hevur verri førleika at hugsavna seg, læra og trívast. Ov nógv børn vaksa upp við kropsligum óvirkni. Støðugum órógvi. Tað kunnu vit ikki góðtaka.

Vit vilja bjóða valdinum hjá tøknirisunum av. Soleiðis at fólkaræðislig virði og ikki handilslig áhugamál føra samfelag okkara framá.

Vit taka ábyrgdina á okkum. Fyri børn okkara og samfelagsleist okkara. Vit hava ikki øll svarini enn, men vit fara undir at finna tey. Heldur í dag enn í morgin.

Ein broyttur heimur hjá børnum og ungum

Í Norðurlondum hava vit eina langa felags siðvenju við einari sterkari og sunnari felags fatan av barnaárunum. Einari fatan, har børn gerast sjálvstøðug menniskju við førleika og møguleika at ráða yvir egnum lívi í sterkum fólkaræðum. Skapað av felagsskapum, ið byggja á sínámillum skyldur, virksemi, reint hugflog, felags søgur og sunn menniskjalig sambond.

Hetta er ein heimsfatan og nøkur grundleggjandi virði, sum vit vilja verja.

Tøknirisar bjóða teimum virðum og upplivingum í barnaárunum av, sum vit vilja verja. Teir stjala tíðina og uppmerksemið hjá børnum okkara. Nógv børn brúka nú fleiri tímar hvønn dag í talgildum umhvørvum við avmarkaðari vegleiðing og eftirliti.

Talgild tøkni útsetur børn fyri handilsligari gagnnýtslu, vanaskapandi sniðgeving, skeivari kunning, manipulatión, innihaldssporum, sum draga tey alsamt djúpari niður, og í ringastu førum nethapping, harðskapi, sjálvskaða og ekstremismu. Innihaldi, sum eingi børn eiga at verða útsett fyri.

Við støðugt skjótari tøkniligari menning er vitlíki nú eisini vorðið partur av lívinum hjá børnum alt ov tíðliga. Vinir verða skiftir út við kjattbottar. Hetta reisir týðandi spurningar um sosialu menningina hjá børnum, kritiska hugsan og førleikan at gera sjálvstøðugar metingar.

Innliving, dirvi og førleikin at hugsavna seg. Hetta eru førleikar, sum vit menna í barnaárunum. Gjøgnum spæl og vinaløg, ið verða til í kropsligari samveru við onnur. Ikki gjøgnum skíggjar og sosialar miðlar.

Álvarsligu avleiðingarnar tala fyri seg: minkandi førleiki at hugsavna seg, versnandi trivnaður, og nú vísa eisini nýggjastu PISA-úrslitini, at børn og ung okkara standa seg munandi verri í lesing, støddfrøði og náttúruvísindum enn áður.

Vit eiga ikki at steðga tøkniligu menningini. Men alt ov leingi hava vit bláoygd lagt dent á jaligu árinini. Serliga tá ið um børn okkara ræður. Og tað endar nú.

Vit mugu tryggja, at talgildi heimurin tænir áhugamálunum hjá børnum okkara, og ikki øvut.

Vit binda okkum

Sum norðurlendskir stjórnarleiðarar gera vit hesa avbjóðing til eina avgerandi felags raðfesting. Vit fara at virka bæði í hvørjum landi sær og í felag. Vit vilja brúka okkara felags ávirkan til at venda gongdini bæði í Evropa og altjóða.

Vit mugu á virknan hátt skipa reglur fyri sosialar miðlar og skíggjanýtslu hjá børnum og ungum brúkarum. Vit hava lóggávu ella tilmæli um aldursmørk á veg. Vit arbeiða okkum fram ímóti einum skúla uttan privatar snildeindir. Vit hava eisini tikið stig í ES til at skapa eitt tryggari umhvørvi á netinum. Samstundis styrkja vit talgildu førleikarnar hjá børnum, foreldrum, umsorganarpersónum og fakfólki fyri at hjálpa børnum at trívast í einum talgildum heimi.

Hetta er bara byrjanin. Vit fara at kanna møguleikarnar fyri at seta tøknirisunum uppaftur strangari reglur. Vit fara at halda fram við arbeiðinum við landsbundnum og evropeiskum aldursmørkum á sosialum miðlum. Fáa privatar snildeindir úr skúlunum. Mótvirka vanaskapandi algoritmum og sniðgevingareginleikum á sosialum miðlum.

Vit binda okkum til áhaldandi at menna og seta í verk nýggjar og nýskapandi loysnir. Tað, sum stendur upp á spæl, er læringin hjá børnum okkara, sálarheilsa, førleiki at taka við læring og menning – og í síðsta enda fólkaræði okkara og samfelag okkara, ið byggir á stórt sínámillum álit.

Barnaárini hoyra børnum okkara til. Ikki tøknirisunum.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Støre er ósamdur við Mette

6 minuttir síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 skal til Póllands

56 minuttir síðan
Tíðindi

Løgmaður: Vit vilja hava snild­fon­ir­nar úr skúlu­num

1 tími síðan
Tíðindi

Hvussu dansar norðlýsið?

1 tími síðan
Tíðindi

Mette Frederiksen er ivingarsom um samrøður við Putin

2 tímar síðan
Tíðindi

Heilsuhjálparafelagið hóttir við verkfalli

2 tímar síðan
Tíðindi

Fara at reinsa UV-anlegg

2 tímar síðan
Tíðindi

Sambandsflokkurin heldur heystfund leygardagin

2 tímar síðan
Tíðindi

Bankarnir høvdu 286 mió. kr. í yvirskotið fyrra hálvár 2026

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjar reglur um gjald til bøndur seinka vindmyllum – kunnu bíða til 2028

4 tímar síðan
Tíðindi

Norðborg tíggju milliónir dýrari – klár í fyrsta lagi í desember

4 tímar síðan
Tíðindi

Framvegis long bíðitíð á flogvøllinum

5 tímar síðan