Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, fýltist í dag á, at finski forsetin, Alexander Stubb og norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, hava tosað við russiska forsetan, Vladimir Putin.
- Eg eri ógvuliga ivingarsom um norska og finska eginátakið, sum hon kallar tað. Hon leggur aftrat, at hetta var eitt eginátak, sum ikki er samskipað við onnur sameind lond.
Í norskum miðlum í dag vísir Jonas Gahr Støre aftur tí, sum danski forsætisráðharrin sigur um, at hetta var eitt eginátak hjá honum og finska forsetanum.
- Eg eri ósamdur. ES hevur nú í fýra ár ikki havt ein felags boðskap - ella eina felags støðu. Vit hava ikki tosað vegna onnur enn okkum sjálvi, men hetta hevur verið væl umhugsað, og øll okkara sameindu fingu at vita um samrøðuna frammanundan.
Jonas Gahr Støre sigur, at hann og Alexander Stubb tosaðu við russiska forsetan, Vladimir Putin, í hálvan annan tíma.
Í dag veit russiska tíðindastovan Tass at siga, at Vladimir Putin, Jonas Gahr Støre og Alexander Stubb eru samdir um at halda sambandið sínámillum.
Sambært Tass hevur russiski forsetin greitt norska forsætisráðharranum og finska forsertanum frá, at friður í Ukraina bert er møguligur, um atlit verða tikin til russisk áhugamál, fult og heilt - og uttan fyrivarni.
Tass veit eisini at siga, at norðurlendsku leiðararnir eisini fingu at vita, at "konfronterandi" politikkur frá Nato og ES bert leingir um kríggið, veit norska kringvarpið - NRK - at siga nú um middagsleitið í dag.