Tað vóru løgreglufólkini sjálv, sum løgdu merki til prutlið og steðgaðu føraranum.
Ungi drongurin hevði bæði neyðuga aldurin og koyrikort til at koyra prutlið. Men tá løgreglan kannaði tað á rullifelti, varð tað mált til at kunna koyra 82 kilometrar um tíman – munandi meira enn loyvdu 45 kilometrarnar.
Vaktleiðarin sigur, at prutlkoyring er ein afturvendandi avbjóðing hjá løgregluni. Tað snýr seg bæði um ferð, óljóð og manglandi ljós.
Prutl larma illa og verða eisini koyrd um kvøldið, tá fólk skulu sova. Harumframt kemur meira enn so fyri, at tey koyra uttan lyktir og tí síggjast illa í myrkrinum.
Vaktleiðarin vísir á, at summir ungir førarar ikki tykjast skilja, hví ljósini eru neyðug.
– Tá vit spyrja, hví teir ikki hava ljós, er svarið, at teimum ikki nýtist lyktir, tí teir síggja, hvar teir koyra. Tað er ein løgin hugburður, sigur vaktleiðarin.
Foreldrini hava eisini eina uppgávu
Løgreglan tosar við foreldrini, men vaktleiðarin heldur, at tað møguliga átti at verið gjørt meira við hetta.
Hann leggur samstundis dent á, at foreldrini eisini hava eina uppgávu í at fáa skil á koyringini.
Ein afturvendandi grundgeving frá teimum ungu er, at hini sleppa at koyra, og tí vilja tey eisini sleppa.
Ferðslupatruljan var eisini í Vágum í gjár skrivaði fleiri ferðslumál. Ein bilførari hevði ikki koyrikortið við sær, ein annar hevði ikki koyrikort, og í einum føri vóru dekkini slitin.